Nógv røkist fyri, at løgtingsfólk í dag skulu taka støðu til eitt misálit á Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Merkisvert er, at tað er undanfarni landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, ið er høvuðsmaðurin handan misálitið. Fyri Miðlahúsinum upplýsir hann, at hann hevur orðað eitt misálit á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, og fer á tingfundinum í dag at kanna, um undirtøka er millum tingfólk at leggja uppskotið fram.
- Týsdagin spurdi eg formenninar í andstøðuflokkinum, um teir vildu vera við einum misáliti, og fekk eg at vita, at teir vildu sleppa hugsa um tað. Men eg geri tað klárt í kvøld, og so finna vit út av hvør tekur undir við tí í morgin, segði Jacob Vestergaard, tá vit tosaðu við hann gjárkvøldið.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er ikki í iva um, at avloysarin hjá honum í Fiskimálaráðnum ikki hevur røkt sína uppgávu, og tí fyrireikar hann eitt misálit.
- Tað kunnu altíð henda feilir í eini umsiting, men í hesum førinum visti landsstýrismaðurin, at slíkar avgerðir vóru ólógligar sambært tí umboðsmaðurin hevur sagt í einum líknandi málið. Landsstýrismaðurin hevur eisini biðið um at verða kunnaður, ikki tá avgerðir eru tiknar um flytingar, men tá umsóknir komu um flytingar. Tí hevur hann blandað seg so nógv í málið, at hann de facto er tann, ið umsitur málið.
Tingmaðurin fyri Fólkaflokkinum heldur eisini lítið um, at landsstýrismaðurin sigur seg ikki hava givið sær far um teldupostarnar viðvíkjandi flytingar av veiðiloyvum.
- Tá flytingin varð framd fyri einum ári síðan, varð hann kunnaður, men gjørdi einki við tað. Tað nyttar ikki at siga, at hann ikki læs teldupostin ella ikki skilti hann, tí tað skal hann. Hann er kunnaður og tað er hansara uppgáva at fylgja við, serliga tá hann hevur biðið um kunning. Tí haldi eg málið er serstakt, og meti eg, at landsstýrismaðurin hevur handlað tilvitað ella av grovum ósketni, og tað er næstan tann sama. Tí haldi eg, at løgtingið skal taka støðu til hetta, sigur Jacob Vestergaard.









