Suðurafrikanska songkvinnan Miriam Makeba doyði á einum sjúkrahúsi í Italia í nátt Tann 76 ára gamla Miriam Makeba bleiv flutt á sjúkrahús í italska býnum Castel Volturo eftir eina konsert í gjárkvøldið, og har doyði hon í nátt.
Læknarnir siga, at tað var hjartað, sum sveik.
Miriam Makeba, sum var kend um allan heim sum «Mama Africa», var komin til Italia at syngja á konsert til frama fyri italska rithøvundin Roberto Saviano, sum livir undir støðugum ótta fyri Mafiuni, sum hevur hótt við at beina fyri honum.