Samstundis sum amerikanarar mintust tey, sum doyðu í yvirgangsatsóknini tann 11. september í 2001, mintust sviar Onnu Lindh, uttanríkisráðharra, sum varð myrd í Stockholm tann 11. september í 2003.
Fleiri hundrað fólk vóru til eitt minningarhald í Katarina-kirkjuni í svenska høvuðsstaðnum. Haðani fór fylgið á kirkjugarðin, har Anna Lindh liggur grivin, og maður hennara, Bo Holmberg, og aðalskrivarin í svenska javnaðarflokkinum, Maeita Ulvskog, løgdu krans á grøvina.
Hendan dagin hevði Gøran Persson, forsætisráðharri, eina grein í Aftonbladet, har hann segði tað vera umráðandi, at sviar minnast Onnu Lindh.
- Hvørja ferð eg ferðist uttanlands, verði eg mintur á Onnu. Eg møti javnan vinum hennara, og vit tosa um tey evni, sum hon helt hava størstan týdning, skrivaði forsætisráðharrin millum annað í greinini. Eitt av hjartamálum hennara var bardagin ímóti mannasmugling, og á tvey ára degnum fyri deyða hennara varð skipað fyri tiltøkum í tíggju svenskum býum við mannasmugling sum høvuðsevni.
Mijailo Mijailovic, sum myrdi Onnu Lindh, fekk lívlanga fongsulsrevsing. Hann hevur greitt frá, at hann hoyrdi røddir, sum kravdu, at hann skuldi myrða hana. Higartil hevur Mijailovic sitið í einum væl vardum fongsli, men ætlanin er at flyta hann á ein stovn fyri sinnissjúk.