?Vit arbeiða enn við málinum. Men vit vilja heldur hava eina semju enn eina rættarsak.
Enn er tað ikki greitt, um uppsøgnin av Jákup Mørkøre, fyrrverandi leiðara á Landssjúkrahúsinum, endar í rættinum, ella ikki.
Fakfelag hansara, Verkfrøðingafelag Føroya, arbeiðir framvegis við málinum.
Men formaðurin í felagnum, Suni Joensen sigur, at eitt rættarmál er avgjørt síðsti útvegur.
? Vit vilja heldur royna at loysa málið við eini semju við Landsstýrið, so í fyrstu syftu verður ikki stevnt, sigur hann.
Men hann sigur, at fyrivarni fyri at royna málið í rættinum stendur framvegis við, skuldi tað miseydnast at funnið eina semju.
? Men vit halda, at tað er frægari loysn at royna at finna eina semju í málinum. ? Men miseydnast tað, stendur hin møguleikin framvegis opin.
Suni Joensen sigur, at verkfrøðingafelagið hevur gjørt av at arbeiða víðari við málinum.
Felagið hevur eina kærufreist uppá ein mánað, frá tí at uppsagnin er latin Jákupi Mørkøre og tann tíðin er ikki farin fyrrenn um tríggjar vikur.
Nú verður alt tilfar savnað saman, sum felagið hevur brúk fyri, og so fer Verkfrøðingafelagið at biðja um fund við Almanna- og heilsumálastýrið.
Má fáa uppreisn
Suni Joensen sigur, at minstakravið er, at Jákup Mørkøre fær uppreisn í hesum máli.
? Er skeivt farið fram í hesum máli, má hann í minsta lagi fáa uppreisn, sigur formaðurin í Verkfrøðingafelagnum.
Men hann leggur afturat, at, at verkfrøðingafelagið hevði ikki arbeitt víðari við málinum, um nevndin ikki metti, at tað varð skeivt farið fram.
Formaðurin í Verkfrøðingafelagnum sigur, at felagið tekur hetta málið í størsta álvara.
? Tað er blivið eitt gjøgnumgangandi fyribrigdi í almennu umsitingini, at leiðarar verða sagdir úr starvi.
? Vit hava fleiri dømi um leiðarar, sum eru sagdir upp, uttan at grundgevingin altíð hevur verið líka góð.
Formaðurin í Verkfrøðingafelagnum sigur, at hetta tekur felagið í størsta álvara og tað er helst galdandi fyri onnur feløg við, tí tað eru ikki bara limir í Verkfrøðingafelagnum, sum verða uppsagdir.
Hann sigur, at í longdini kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri almennu umsitingina, tí so leingi viðurskiftini eru so ótrygg, fer tað uttan iva at fáa fólk at aftra seg við at søkja almenn leiðarastørv fyrrenn leiðararnir fáa tryggari kor.
Hann heldur eisini, at almenna umsitingin skuldi gingið undan sum góðar fyrimyndir á hesum øki.
?Men tað sær tvørturímóti út sum um at myndugleikarnir mugu halda, at tað eru ógvuliga fáir føroyingar, sum kunnu brúkast í leiðandi størvum, leggur Suni Joensen turrisliga afturat.