Minnisvarði yvir Poul F. avdúkaður í Froðba

Sunnudagin varð minnisvarði yvir skaldið Poul F. Joensen avdúkaður í Froðba

Nógv fólk var samankomið í Froðba sunnudagin, har minnisvarði yvir skaldið Poul F. Joensen varð avdúkaður.

Tað er Lions Club Suðuroy, ið hevur tikið stig til minnissteinin og vegna felagsskapin bar Óli Holm fram røðu, har hann millum annað fegnaðist um, at minnisvarðin kom at standa í Froðba, har skaldið livdi og virkaði og at sjálvur steinurin er fingin til vega úr haganum í Sumba, haðani Poul F. var ættaður.

Vilborg Michelsen, dóttir Poul F., hevði røðu og greiddi frá lívsleiðini og manninum, sum ikki altíð hevði tað lætt, tí hann varð ikki góðtikin av øllum, og hetta hevði bæði ávirkan á starvsleið, lívsleið og á skaldið sum persón, metti Vilborg Michelsen í góðari og bersøgnari røðu, innan hon tók dúkin av minnisvarðanum. Hon takkaði eisini Lions fyri at hava tikið stig til minnisvarðan, og hon takkaði Hanusi G. Johansen, vísusangara, ið hon metti mestsum hevði fingið pápan til lívs aftur.

Varðin er settur tætt við húsini hjá skaldinum í Froðba. Kirkjukórið Ljómur setti dám á løtuna og Hanus G. Johansen sang eisini løg, ið hann hevur sett til orð eftir Poul F.

Varðin yvir Poul F. stendur eisini tætt við sonevnda Tarvafjósið í Froðba, og Jens Petur Brattalíð frá Lions Club beyð síðani øllum innar í fjósið at fáa ein kaffimunn, og hann legði skemtiliga eina við, at ongin tarvur er í fjósinum longur.

Relieffið í bronsu av andlitsmynd av skaldinum, er gjørt hjá Nordisk Metalkunst hjá Kalsing í Danmark. Árni Ziska, steinhøggari, hevur syrgt fyri teksti og plássinum til myndina á steinum. Økið, har steinurin stendur, hevur Trúgvi Gudmundarson, grótlaðari,laðað.