Minnispláta um fyrsta altjóða FIFA-landsdystin

Ein minnispláta er sett upp í Gundadali til minnis um fyrsta altjóða FIFA-skrásetta landsdystin í Føroyum, sum varð leiktur á ovara vølli í Gundadali 14. apríl 1989. Dysturin var millum Føroyar og Kanada, og Føroyar vunnu 1- 0.

Føroyar fingu altjóða limaskap í FIFA 2. juli 1988. Teksturin á minnisplátuni er á føroyskum og enskum.