Minningarorð um Linu Anthoniussen, f. 1936 - d. 05.11.13

Takk fyri alt mín elskaða móðir,

barnadagar so ljósir og góðir,

meg lærdi at elska tey dýrastu virði,

so nógv eg havi at takka tær fyri.

 

 

Ja, løturnar mangar vit fingu,

í fjøru og haganum gingu,

har lærdu at sansa tað góða,

tú gøtuna væl hevur slóða.

 

 

Í stovuni lítlu góð eru minni,

ein barnaskarða savnaði inni,

tú sunnudagsskúla byrjaði har,

men skjótt ov trongt í stovuni var.

 

 

Í Oyra skúla so hildið varð til,

tú børnini savnaði, fylti tín bil,

tú hevði eitt mál og fylgdi tí kós,

elskaða mamma, tú vart eitt ljós.

 

 

Mangt hevur barnaárini myndað,

í stovuni lærdi tú gentur at binda.

Fyri teim veiku hjarta títt brendi,

og nýbundin klæði til teirra sendi.

 

 

Ein sælur og lívgandi andi,

vit sungu um himmalska landið,

at Harrin skal okkum øll varða,

við sínum eingla skarða.

 

 

Vit hoyrdu teg altíð syngja,

ei kundi tá nakað tyngja,

vit spældu og vóru so frí,

tað var ein vælsignað tíð.

 

 

Men líðandi árini gingu,

og sorg og mótgang vit fingu,

vit undrast um lívið bert er,

ein trilvan í hesari verð.

 

 

Tá lívsins stormar teir herja,

tað tykist, sum einki kann verja,

tá tryggi heimurin støkkur

og menninskjans máttur ei røkkur.

 

 

So mótleys vit boygd eru niður,

men mamma situr og biður,

so hugtung sita kring borðið,

og finna troyst í Guðs orði.

 

 

Í stillum vit sorgina bera,

har er einki annað at gera,

tí Harrin er tann, ið valdar

vit dagarnar fingu taldar.

 

 

Takk fyri, vit fingu at læra,

hvar enn vit á leiðini fara,

at hvíla í Harrans lyftum,

so stendur í heilagu skriftum.

 

 

Elskaða mamma, málið er nátt,

brádliga fórt tú um deyðans gátt,

har gyltu klokkurnar ringja,

tey kæru um teg nú syngja.

 

 

Eg vildi inn í himmalin sæð,

trý ommubørn møttu tær glað,

og hetta er troystin hjá mær,

tey heilt víst eru hjá tær.

 

 

Eitt bil enn á lívsins gøtu,

takk Guð fyri hvørja løtu,

vit halda á fram at biðja,

og takk fyri lívið tær siga.