F. 14102013 d. 11012015
Aron er, var og vil altíð vera ein hetja!
Lítli skatturin bleiv føddur 14 oktobur í 2013, á Suðuroyar Sjukrahusi. Eg vitjaði teg, tá ið tú bert var 2 tímar gamal. So yndigur og perfektur prinsur.
Vit vóru øll glað, lukkulig, og stolt av tær.
Men ikki vistu vit tá, at ein hørð tíð stóð tær og familjuni fyri framman.
Bert 10 dagar gamal, vart tú aftur á sjúkrahúsi, og var gleðin vorðin til sorg. Tú vart sjúkur, ógvuliga sjúkur.
Fyrstu 7mðr var tú í Danmørk, innlagdur og kempaði fyri lívinum, og ferð eftir ferð, prógvaði tú, at tú vart eitt mirakul!
Tú kláraði tað, sum ongin lækni helt var møguligt. Tú vart ein hetja!
Hóast drúgva byrjan á lívið, vart tú altíð í góðun lag, og fekk man altíð eitt smíl. Tú elskaði at sparka við Adrian, syngja og spæla við Sandru og allar best var at spæla við dustsúgvarin.
Kom Andrea á vitjan, vart tú altíð klárur at geva henni eitt stórt klemm. Soleiðis vilja vit altíð minnast teg, góða barnið. Nú ert tú ikki millum okkum longur, men vit vitja teg enn. Á tínum flotta "hava", har tíni foreldur og systkin, hava pyntað so flott, og Andrea hevur tendrað ljós til sín fyrsta og besta vin.
Gumman og Andrea saknað teg so ómetaliga nógv, og vildi gjørt alt fyri at fingið eitt síðsta klemm.
Góðu Rini, Tórður, Barbara, Elin, Tórunn, Adrian og Sandra. Okkara tankar eru hjá tykkum hvønn dag, og biða vit Gud styrkja tykkum i hesu sváru tíð.
Sov blítt og søtt og droym um sól, sum lýsir
yvir garð. Guð faðir, hann í himli er, skal
ansa eftir tær.
Tær einglar sínar sendir hann, um vøggu
standa teir; tí kanst tú sova trygt og væl og
óttast einki meir.
Elskaður & saknaður, altíð.
Andrea, Reidun, gumman og Sólfinn