Tú vart eitt sjáldsama gott menniskja, tolin sum fáur. Altíð í góðum lag, og aldrin gramdi tú teg.
Vit vóru so góð við teg góði abbi/langabbi, líka frá barni av og øll árini upp eftir. Ongantíð eitt øvugt orð okkara millum. Tú vart so friðsælur, góður og vildi øllum tað besta.
Tú hevði sera gott minni, og vildi vita, hvat vit tókust við, og hvussu vit høvdu tað.
Tær mongu søgurnar, ið tú segði frá, vóru mangan stuttligar og áhugaverdar at hoyra. Tað var altíð so spennandi at hoyra teg fortelja um títt ótrúliga hendingaríka lív, og dámdi tú væl at greiða frá.
Á jólum vart tú síðstu ferð inni hjá okkum. Tú vart í sonnum jólahýri. Tað hevur so nógv at siga fyri okkum at tú vart heima hjá okkum á jólum, og eru vit so glað fyri, at vit náddu at hugna okkum saman, áðrenn tú fórt hiðani.
Vit sakna teg abbi/langabbi og eru so glað fyri at hava átt teg sum abba og langabba.
Við hesum fáu orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um okkara elskaða abba og langabba.
Tú verður aldrin gloymdur.
Eg skoða skal Jesus, mín Frelsara kæra
og øll tey, har eru: Ein hvítskrýddan skara,
har songdunið er sum av veldigum fossi
til hann, sum leið deyðan á Golgata krossi.
--------------------
Jóanis, Kira, Djóni, Linda, Jónas og Rakul