Minningarorð um mína elskaðu ommu

Ella Askham. Fødd: 24. februar 1916 Deyð: 2. septembur 2005

Tað kennist sera løgið at eg sitið her og vil royna at skriva nøkur orð um mína elskaðu ommu, ja, næstan óveruligt, hon sum hevur haft so stóran týdning fyri meg og míni.

Omma var ein sera livandi persónur, hon var so nærverandi og var so áhuga í øllum, sum rørdi seg rundan um hana, tað sum upptók meg, ja, tað upptók eisini hana, ongantíð hugsaði eg um at hon var so gomul og at eg tí ikki kundi fortelja henni ávís ting, nei, ein kundi tosa við hana um alt, og ein hevði altíð eina kenslu av at hon livdi seg inn í støðuna hjá einum.

Tá ein soleiðis steðgar á og hugsar um tíðina, sum farin er, ja, so eru so sera nógv minnir, sum liva eftir ommu, eg og systrar mínar hava mangan tosa um, hvussu stuttligt tað var tá omma, abbi og vit tríggjar plagdu at fara útferð um summarið. Omma og abbi pakkaðu bilin við øllum, sum havast skuldi við, og so fóru vit - og helst gekk leiðin til eitt stað, sum ein á eisini var. Abbi setti so tjaldi upp, eitt lítið reytt við bláum taki og omma fór at kóka døgurða á einum primusi, sum altíð var við og ímeðan stuttleikaðu vit okkum í ánni, jú, tað eru minnir ein hevur lagt sær í geyma.

Eisini havi eg mangan hugsað við takksemi aftur á allar løturnar eg sum smágenta slapp at hjálpa ommu at baka smákøkur til høgtíðirnar, hon hevði so gott tol at hava meg uppi í, tað havi eg mangan hugsa nú, eg sjálv havi børn sum vilja sleppa at vera uppi í bakingini, og nú tá eg sjálv baki smákøkur, so eru tað fleiri av sløgunum, sum omma lærdi meg, hvussu eg skuldi gera, jú eg havi verið sera heppin at eiga eina so góða og kærleiksfulla ommu.

Fyri børnini hjá okkum er tað ein sera stórur missur at ommulang ikki er longur, hon fylgdi so væl við, hvat tey tókust við, um tað var ítróttur ella hvat nú rørist í tannáringum, so dugdi hon at vera á sama støði sum tey. Hevði eg sagt henni at Ingibjørg ella Thomas Juul skuldu spæla dyst, ja, so ringdi hon heim tann dagin og spurdi:"Nú hvussu gekk, hvat bleiv úrslitið, hvussu gekk hjá honum í málinum ella skoraði hon nakað mál"?,hetta fari eg at sakna so nógv, og eg sakni tað longu.

Petur og omma høvdu eitt serligt forhold, tey kundu spæla LUDO, sum ongin annar ger tað, omma dugdi so væl at fáa spenning í, so tað var lívligt við borið, tá tey spældu.

Jú tómrúmið er sera stórt eftir ommu, vit hava haft so sera stóra gleði og vælsignilsi av ommu, hon hevur í tí stilla fylt so ótrúliga nógv í dagligdegnum hjá okkum her heima í Jansstovugøtu. Eg veit ikki hvussu ofta hon hevur ringt heim og spurt:"Nú vælsigna, hevur tú nógv at strúka"? Og sum oftast var svarið "ja" og so fór Sólbjørn út eftir henni, og so sat hon her og streyk fyri meg, og sá hon at tað lógu nakrir óparaðir sokkar, ja, so ornaði hon tað, ofta meðan hon og Petur sótu á songini hjá honum og hugdu eftir eitt nú "Far til fire".
Ja, minnini eru nógv og góð, men eitt er gott at vita, og tað er at vit skulu møta ommu og øllum hinum, sum undan eru farin, aftur, heima har sum sangurin ongantíð tagnar, og alt bara er gott.

Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minni um elskaðu ommu mína.

Ruth