Í øllum meldrinum renna tankar okkara aftur til summarið, til teir ljósu og langu dagarnir við sól og góðum veðri. Men tað fær okkum eisini at hugsa um myrku skýggjini og tunga missin vit upplivdu, tá Knút eftir stutta sjúkralegu var tikin burtur.
Knút S. Ellingsgaard búði í Leirvík, hann var føddur í 1937, var giftur við Agnas, og tey áttu 4 tilkomin børn og fleiri barnabørn. Knút byrjaði at arbeiða á KJ-Hydraulik á Kambsdali miðskeiðis í nítiárunum og hevði sostatt verið her í 10 ár, nú hann doyði.
Arbeiðið hjá Knút her á virkinum var at taka sær av amboðunum í smiðjuni. Hann hevði ábyrgd av at amboðsrúmið hevði tey amboð í lagi sum maskinsmiðirnir høvdu tørv á, og harafturat var hann trygdarumboð.
Arbeiðið hjá sær røkti Knút til lítar, hann var nærlagdur og ordiligur í allari síni framferð, og øll vóru góð við Knút. Hann var so álitisvekjandi, sáttligur, sterkur og fyrikomandi.
Eisini var hann so góður at heita á, tá tað kom til ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, ið skuldi gerast. Hann dugdi alt, var ein sjaldsama góður handverkari og fór so stillisliga at, tá ið hann gjørdi eitthvørt.
Knút gjørdist sjúkur í vár, og vit grunaðu als ikki, at hann ikki skuldi koma aftur til arbeiðis, væntaðu og vónaðu sjálvsagt at hann skuldi gerast frískur aftur, men so var ikki.
Sjúkan, sum hevði rakt hann, var so álvarslig, at hann ikki bleiv frískur, og í juli mánaða vóru boðini eftir Knút, fjørðurin var rógvin, og Harrin tók hann heim til sín.
Á virki okkara sakna vit nógv Knút, vit hava mist ein góðan arbeiðsfelaga og vin. Vit minnast hann við virðing og takksemi. Mátti Harrin styrkt tykkum, Agnas og hansara kæru, ið eftir sita við sorgini.
Ærað verið minnið um Knút S. Ellingsgaard.
Arbeiðsfelagar á
KJ-Hydraulik.