Tað er enn so óveruligt fyri meg, er tað virkiliga Snæbjørg, sum liggur har, so lívsglað, hóast eitt lív merkt av sjúku og eitt so gott menniskja, hon var altíð so góð við meg og mína familju og altíð var hon so positiv, tá vit tosaðu.
Mamma mín plagar at siga: ?ein veit ikki á morgni at siga, hvar á kvøldið ein gistir? og tað er so satt, sum tað er sagt, tí er tað altíð ein troyst hjá okkum sum varða av, at vit ein dag skulu síggjast heima í himli hjá okkara himmalska faðir.
Tá boðini komu um at Snæbjørg ei longur var ímillum okkara, var fyrsta reaktiónin hjá mær, hví vóru vit ikki og vitjaðu hana á sjúkrahúsinum ella fyrr í vikuni, hví?
Eg skilti ikki beinanvegin, hvat var hent, at eg aldri skuldi síggja hana aftur, at hon aldri aftur skuldi vina okkum bei í durinum, júst sum hon altíð gjørdi, tá vit høvdu verið og vitjað hana og Dalfinnur.
Tá eg so skuldi bera boðini víðari til Sandu og Sunnrið, var eg eitt sindur stúrin fyri hvussu tær fóru at taka hesi tungu boð, tí tær vóru so glaðar fyri Snæbjørg, abbadidd. Tann, sum eg stúrdi mest fyri var Sandra. Snæbjørg hevði, beint áðrenn hon doyði, lovað Sandru ein býtúr, bara tær báðar og tað gleddi hon seg so sera nógv til.
Tað vísti eg tó, at mær nýttist ikki at verða stúrin. Sandra var júst komin upp og eg gav henni stundir at vakna, áðrenn eg segði henni frá tí, ið hent var. Sandra hevur altíð verið ein so skilagóð genta og tað var hon eisini í hesum førinum, har sat hon og segði so rørandi við meg: ?Mamma, ikki gráta, eg gráti ikki, tí eg veit, at abbadidd hevur tað betri. Har hon er nú, er ongin pína og ongin sjúka.? Tá mátti eg tára. Har sat mín 12 ára gamla dóttir og játtaði sína barnatrúgv.
Mínir tankar leita til ein sang, har næsta versi byrjar soleiðis:
?Í tí landi ei tár skulu renna,
eingin pína og sjúka skal níva,
har ein særandi sorg er at kenna,
- um eitt bil, ja, so eri eg har.
Vikuskiftið áðrenn Snæbjørg doyði, vóru eg, hon og genturnar ein túr í viðarlundini. Eg veit ikki rættuliga, hvat tað var, sum fekk meg at ringja til hennara, fyri at vita, um hon kom við ein túr. Men eg eri ógvuliga takksom fyri tann dagin. Tað var ein friðarlig og hugnalig løta og samstundis var tað síðstu ferð vit sóu Snæbjørg á lívi.
Snæbjørg var eitt gott menniskja við einum stórum hjarta og altíð var hon so gestablíð. Hon var góð við meg, Arna og genturnar og vit sakna hana ómetaliga nógv í okkara lívi, men gleðast samstundis yvir, at vit ein dag skulu síggjast.
Góði Dalfinnur, Jón, Sveinur v/ familju, Gert og Gisli, má Harrin styrkja tykkum í tykkara samki og missi.
Æra verið minni um fastir mína og okkara abbadidd, Snæbjørg.
????????
Sigrun










