Sum nógvar ungar gentur tá í tíðini, fór hon úr skúlanum 14 ára gomul. Tænti í Havn, arbeiddi á hotelli í Keypmannahavn, og sum skrivstovukvinna á Skipafelagnum, samstundis sum hon tók handilsskúlaprógv.
Í september 1961 byrjaði á fyrsta sinni sjúkrasystraforskúli í Føroyum á Føroya Fólkaháskúla. Ímillum tær 20 næmingarnar byrjaði eisini Fía. Eitt slíkt 5 mðr. háskúlaskeið kravdist fyri at sleppa inn á Sjúkrasystraskúla Føroya.
Lærutíðin hjá okkum byrjaði 1.februar 1962 og var liðug 3. apríl 1965. Hetta var ein rík og stuttlig tíð, ikki minst takka verið Fíu
Fía arbeiddi sum sjúkrasystir á medicinsku deild B7 í nógv ár. Eitt skifti var hon á Lágargarði og hesi mongu síðstu árini hevur hon arbeitt á Psykiatrisku deild 5. Umframt hetta hevur hon arbeitt sum sjúkrasystir í De Gamles By í Keypmannahavn, eitt skifti avloysari á Hotel Tórshavn. Tikið eftirútbúgving á Bispebjerg Hospital. Eitt tíðarskeið í 90unum arbeiddi hon 6 mðr. í Nuuk í Grønlandi. Hon fór frá í 2007 sum 67 ára gomul, men hevur hon síðani tá tikið vaktir á deildini til stutt áðrenn hon brádliga andaðist 3. august 2008.
Fía tók starv sítt í fullum álvara, var arbeiðssom og nærløgd, og hon var avhildin av starvssfeløgum, sjúklingum og avvarandi.
Í 1962 giftist Fía við Jacob Lútzen, og saman fingu tey Bjørg í 1962 og Knút í 1968. Bjørg og Knút eiga tilsaman 6 børn. Fía hevði stóra umsorgan fyri sínum børnum og ommubørnum, og gekk høgt uppí, at tey øll høvdu tað gott.
Í 1965 fluttu Fía og Jacob í nýggj hús á Lútzenstrø, og í teirra hugnaliga heim kom nógv fólk, bæði vinir og familja. Gestablídni treyt ikki.
Fía var ein sermerkt kvinna heilt frá ungum árum.Hon hoyrdist, har hon var, hon var livandi, og ein vitsti altíð, hvar ein hevði hana.
Fíu dámdi væl at ferðast, serliga á teimum griksku oyggjunum,og seinasti túrurin skuldi havt verið til Rhodos í septembur í ár.
Fáur verður spardur fyri mótgongd og sjúku,og soleiðis heldur ikki Fía. Hon tók sær sera nær, tá fyrst ein systir og síðani ein beiggi gjørdust álvarsliga sjúk og doyðu, meðan tey enn vóru í fjørituárunum. Bæðí síni foreldur misti hon áðrenn hon varð tríati ár. Sjálv hevði Fía giktfepur sum barn,og hetta kom at ávirka heilsuna alt lívið, serliga tey seinastu árini.
Fía var ein góð og trúføst vinkona, men nú er røddin tagnað. Eingin Fía er í hinum endanum á telefonini. Góða Fía, vit sakna teg nógv og takka fyri at vit høvdu tað gleði at kenna teg,
Okkara samkensla fer til Bjørg og Knút við familju
Við hesum fáu orðum vilja vit lýsa frið yvir minni um Fíu.
Poula og Sølvá