Omma og eg
Omma mín er deyð. Eg veit ikki hvat tað merkir at vera deyður.
Eg spurdi, hvør hevði skotið ommu tí tað gera tey í teknifilmunum. Tey vaksnu bara smíltust til mín,og søgdu at hjartað hjá ommu var steðgað, tí omma hevði verið sjúk. Hetta visti eg gott, tí omma kundi ikki ganga.
Men eitt veit eg, at tá man er deyður kann man ikki lata eyguni upp. Omma blundar allatíðina. Bara blundar ikki svevur. Tað var nokkso keðiligt at omma ikki kundi ganga!
Omma mín og eg hava spælt nógv spøl. Kettan og músin eg var músin krógva og blunda, bygt smáttur og holur við teppum og dýnum og tað seinasta vit funnu uppá var sjórænarar. Omma gekk ofta við turriklæði um høvdið, tí sjúkan gjørdi tað, at omma misti alt hárið. Men tað legði eg einki í. Eg vildi eisini hava eitt turriklæði um høvdið og so spældu vit sjórænarar. Vit bardust við svørðum, og so hevði omma onkuntíð roymt onkran skatt, sum eg skuldi finna. Tað var ordiliga spennandi!
Omma átti eisini eina hoppiborg. Tað var ikki ein ordilig hoppiborg, men vit kallaðu tað hoppiborg.
Eg elski at vera í ommuhús. Mostir er har nú men mostir býr í Danmark. Og Helena og Flemming. Eg havi sovið í ommuhús saman við mostir tað var ordiliga stuttligt. Eg havi eisini sovið umborð á Norrønu og mamma og babba og Hildur og Ann. Ikki baby.
Eg eigi eina pikkalítla systir. Hon er sooo lítil. Mamma sigur, at hon er fødd ov tíðliga. Men omma hevur sæð hana og hildið henni. Tey vaksnu siga, at omma bíðaði eftir lítlu diddu eg bíðaði eisini, og tað var leingi at bíða. Men hon er øgiliga fitt. Hon bara svevur og etur. Eg haldi bara fyri oyruni tá hon grætur.
Eg leingist eftir ommu& Eg leingist eisini eftir jólamanninum. Mamma sigur, at hann býr í fjøllunum. Tað er leingi at bíða eftir jólamanninum. Hann kemur við pakkum.
Omma var øgiliga góð við meg. Hon skrivaði eina heila bók um meg, og Likkudemus og Likkulinu. Tá eg síggi eina likku, rópi eg: »Hygg Likkudemus!« Og peiki. Tað er sum oftast Likkudemus eg síggi, tí Likkulina er heima og ger mat og ansar eftir Skurðhild og Skurðsvein.
Omma og eg vóru eisini onkutíð uppi í Hoyvíkstjørn og góvu dunnunum breyð. Tað vóru tær glaðar um.
Omma elskaða at spæla við meg, og eg elskaði at vera saman við henni í ommuhúsi. Omma hevði altíð tíð til at spæla við meg og vit kundu fáa fleiri tímar og dagar at ganga, har vit spældu.
Eg skilji ikki ordiliga, at omma ikki er til meira. Tað er ringt at skilja hvar omma er tí spyrji eg heldur ikki. Ikki enn. Men tá eg verði stórur fari eg at biðja mammu fortelja mær, um tá eg var lítil. Og tá fer hon at fortelja mær, um hvat omma og eg spældu.
Eg má eisini fortelja fyri lítlu didduni um okkara ommu, sum hon ongantíð koma at spæla við.
Omma hevði verið ræðuliga stolt og glað um didduna, tí hon er so lítil og fitt.
Eg elski didduna. Eg elski eisini ommu.
Beiggi. 4 og eitt hálvt