Tung vóru boðini, at tú so bráðliga var tikin burtur av hesi fold eftir stutta sjúkralegu.
Hevði verið og vitjað teg á Landssjúkrahúsinum tvær vikur áðrenn, har tú var til viðgerðar fyri sár í beininum. Men neyvan hevði nakar roknað við, at tað skuldi gerast tín lagna.
Eg hevði tað gleði at koma at kenna teg fyri 20 árum síðan.
Men tá móður tín andaðist, fyri nú mongum áðrum síðan, sat tú einsamallur eftir í húsi á Oyrarbakka. So serliga glaður varð tú, hvørja fer onkur kom á gátt at vitja.
Mangar eru tær hugnaligu løturnar saman við tær at minnast aftur á.
Abbabørn átti tú eingi, men eftir at eg bleiv faðir at døtrunum Barbaru og Lailu, komu tær eisini við norður at vitja. Og ofta spurdu tær, um vit ikki skuldu fara at vitja Byllabba og at fanga krabbar í fjørðuni á Oyrarbakka.
Eisini tær vóru so góðar við teg, tí tú var sum ein abbi fyri tær. Tær sakna teg nógv.
Trúfastur var tú at vitja meg og okkum, tá tú var í Havn, í einhvørjum ørindum. Tað skal tú hava stóra tøkk fyri.
Sum tað eisini varð nevnt til jarðarferðina, var tú so sera hugtikin av tí føroysku náttúruni, við øllum teim høgu fjøllunum, mongu vøtnunum og fjølbroytta fuglalívinum. Og nú summar stendur fyri durum, leiða tankarnir meg aftur á teir mongu góðu fjallatúrarnar, vit hava gingið saman, har vit nutu tað vøkru náttúruna. Og altíð var tú fúsur at koma við.
Takk fyri alt kæri vinur og hvíl í friði!
Jógvan