Tung var ferðin heim til Føroyar og suður á Torvheyggj eftir at hava fingið tey tungu boð um at tú ikki er millum okkum longur. Ongantíð fyrr havi eg sæð familjuna í so stórari sorg.
Einans 19 ár og so nógvar framtíðarætlanir, altíð glað ? altíð eitt smíl. Vit hugsa aftur á tá tú, sum barn, saman við foreldrunum var í Leirvík hvørja summarferiu og vit spældu saman og allir føðingardagarnir tú hevði hjá ommu.
Eftir sita vit sum spurnartekin og kunnu ikki skilja at tú er burtur ? at tú ikki kemur norður í summar sum tú altíð hevur gjørt.
Eg minnist seinasta vár tá tú var her í Keypmannahavn og vit gingu gjøgnum »Strøget«, hvør skuldi tá trúð at tað bæði bleiv okkara fyrstu og seinastu ferð. Tað seinastu tíðina tú var her ímillum okkum, skrivaðu vit til hvørja aðra á mobiltelefon, og tú fortaldi at tú møguliga skuldi flyta niður til Keypmannahavn og royna lívið her, nú tú skjótt var liðug við studentarskúlan, men so bleiv ikki.
Men Súsanna góða, hóast tú einans bleiv 19 ár, so hava vit so ótrúliga nógv góð minnir, sum vit vónandi einaferð kunnu læra at liva við, hóast tað verður ringt.
Vit úr Leirvík vilja nú siga farvæl og takka fyri alt.
Hvíl í friði.
Elspa Jóhanna