Mánadagin er 1. nov, Alla Halgannadagur og Minningardagur teirra sjólætnu. Alla Halgannadagur hevur sín uppruna í teirri gomlu kirkjuni, har halgimenni og fólk, sum lótu lív undir forfylging, vórðu mint.
- Hesi, sum doyðu, fóru beinleiðis til himmals sambært vanligari fólkahugsan, og vóru tí halgimenni. Seinni lýsti katólska kirkjan fólk, sum høvdu livað eitt serligt lív, halgimenni. Fólk, sum doyðu orsakað av forfylging, fingu ein dag í árinum, har tey vórðu mint, og jú fleiri tey gjørdust, fleiri gjørdust hesir dagarnir í árinum. Tískil vóru allir dagarnir savnaðir í ein dag, sum varð vígdur minninum hjá øllum halgimennum, teimum, sum vóru deyð orsakað av forfylging, og seinni øðrum eisini. Hesin dagurin gjørdist so 1. november. Dagin eftir, 2. nov., eitur Alla Sálnadagur, og tá verða øll tey, sum deyð vóru, mint. Men eg veit ikki um, at hesin dagur er hildin í Føroyum, greiðir Hans Jákup Joensen, bispur, frá.
Í hesi øldini, helst undir seinna heimsbardaga ella beint eftir kríggið, hevur Alla Halgannadagur fingið ein annan týdning fyri føroyingar. Hann er vígdur teimum, sum eru deyð á sjónum í árinum, ið er farið.
- Protestantisku kirkjurnar viðurkendu ikki halgimenni á sama hátt sum tann katólska, sum gjørdi mun millum halgimenni og onnur sum deyð vóru. Tað lá hjá Gudi at avgera tað. Tí minti protestantiska kirkjan tey deyðu 1. nov. Tað hevur verið nærliggjandi hjá føroyingum at áseta dagin, har tey sum hava latið lív á sjónum, verða mint, til Alla Halgannadag.
At tað í ávísum kirkjum, bygdum ella sóknum, er siður, at øll, sum eru deyð av vanlukku ella øll sum eru dag í bygdini farna árið, eisini verða nevnd henda dagin, heldur bispur, eru leivdir av gamla siðinum, at minnast tey deyðu.
- Í Danmark hevur verið vanligt at fara í kirkjugarðin Alla Halgannadag, og í ávísum sóknum hava nøvnini á øllum teimum, sum deyð vóru í árinum, lisin upp í kirkjunum.
Neyðugt at avmarka
Undan seinasta vikuskifti segði Hans Jákup Joensen í ferðslusendingini í Útvarpi Føroya, Koyribreytini, at vit eiga ikki at áseta ein minningardag fyri tey, ið eru deyð av ferðsluávum.
- Føroyingar, sum eru so knýttir at sjónum, eiga at varðveita Minningardag teirra sjólætnu sum hann er. Hendan dagin savnast nógv fólk í kirkjunum, og fólk steðga á og minnast tey, sum farin eru í teirra arbeiði á sjónum. Eg haldi ikki, at vit skulu hava fleiri minningardagar, tí so verður spurningurin, hvar markið skal setast. Syrgiligar hendingar av ymiskum slagi, eru jú altíð ógvuliga syrgiligar, serliga hjá teimum, sum rakt eru. Skulu tey sum doyggja í ferðsluni hava ein serligan dag, skulu kanska tey sum doyggja sum pinkubørn eisini hava ein serligan dag. Og hvar skal markið ganga har viðvíkjandi aldri, er so spurningurin. Soleiðis kunnu vit koma út í trupulleikar. Ella fáa vit eina rúgvu av døgum, og so enda vit aftur í tí sum var fyrr, at minningardagar vóru alt árið.
- Vilja vit hinvegin minnast eitt nú tey sum eru deyð í ferðsluni, kunnu vit gera tað sjálvan Alla Halgannasunnudag við eini serligari gudstænastu seinnapartin. Munurin millum tey, sum doyggja á sjónum, og onnur, er jú, at nógv av teim sjólætnu fáa eina váta grøv. Í nýggjari tíð eru minningargudstænastur hildnar fyri teim sjólætnu, sum onga grøv ella jarðarferð fáa. At hesi hava ein serligan minningardag er ein natúrligur og vakur siður fyri eitt sjófarandi fólk. So kunnu vit spyrja, hví tey, sum eru deyð í bjørgunum, ikki hava ein slíkan dag. Men tað er ein sannroynd, at sjógvurin er okkara livibreyð og samstundis hann sum krevur nakað serligt afturfyri. Tí gera vit vart serliga við hann.
- Minningardagur teirra sjólætnu hevur stóran týdning fyri tey, sum missa á sjónum, á sama hátt sum ein og hvør jarðarferð hevur fyri onnur, sum missa. Tað er eitt høvi at siga eitt rættiligt farvæl. Hesin dagurin hevur upprunaliga eisini verið ein takkardagur, tí hóast eingin tíbetur er farin, verður gudstænasta hildin. Ein takkargudstænasta fyri, at Gud spardi landið, at nakar fór á sjónum. Eg minnist eitt ár í nýggjari tíð, har eingin er farin á sjónum, sigur bispur at enda í viðtali.