Minningardagur teirra, sum farin eru í ferðsluni

Spurningurin um at hava ein minningardag fyri teimum, sum farin eru í ferðsluni, hevur tikið seg upp aftur. Hóast evnið er viðbrekið, og fólk munnu hava ymiskar áskoðanir, so tykist tað, sum er stór undirtøka fyri, at skipað átti at verið fyri tílíkum degi.

Men tá ið hetta mál hevur verið umrøtt - og tað hevur tað verið fleiri ferðir, so hevur altíð verið spurt, hvussu ein tílíkur dagur so skal verða skipaður? Givið er tað, at ein tílíkur dagur kann neyvan verða skipaður sum ein almennur kirkjuligur minningardagur, sjálvt um Hans Jákup Joensen, biskuppur, hevur mælt til, at tey, sum farin eru í ferðsluni, eisini verða mint allahalgannadag.

Ingi Gunnarsson í Havn, sum í fjør kom við uppskoti um ein minningardag, umhugsar nú at fyrireika ein tílíkan minningardag. Ætlan hansara er at fáa onnur at taka undir við ætlanini um at velja ein ávísan dag, tá ið blómutyssi verða løgd við vegjaðaran á vanlukkustøðunum til minnis um teirra, ið har fórust í ferðsluni, og teimum til ávaringar og virðiliga umhugsan, sum fara framvið í bilum sínum.