Løgmaður og andstøðuleiðarin eru samdir um, at tað hevði verið sunt fyri parlamentarisku skipanina, um landsstýrið í eitt valskeið ikki hevði havt tryggjaðan meiriluta Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Høgni Hoydal, andstøðuleiðari, eru samdir um, at tað hevði verið sunn og spennandi avbjóðing, um Føroyar eina ferð høvdu roynt at havt minnilutastjórn.
- Samgongan avvísir mest sum altíð uppskot frá andstøðuni. Eg havi givið mær sjálvum lyfti um, at soleiðis skal tað ikki vera, tá ið vit aftur koma í samgongu, sigur Høgni Hoydal á Rás 2, har hann saman við Jóannesi Eidesgaard er gestur hjá Eyðuni Klakstein.
- Vit hava ongantíð roynt í eitt valskeið at havt landsstýri, sum ikki hevur havt tryggjaðan meiriluta í løgtinginum. Fyri parlamentarisku skipanina hevði tað verið spennandi avbjóðing, um tað í einum valskeiði ikki hevði verið meiriluti aftanfyri uppskotini, sum komu frá landsstýrinum. Harvið høvdu tey verið løgd fram í tinginum til viðgerðar og samráðingar, og tað hevði givið tingarbeiðnum nýggjar møguleikar, heldur løgmaður.
- Hetta hevði eisini borið møguleikar við sær fyri breiðari viðgerð í samfelagnum sum heild, heldur Høgni Hoydal.