Minnilig frásøgn tá Éder skoraði

Ljóðband: Gleðin var ikki til at fjala hjá portugisisku frásøgumonnunum, tá ið Éder avgjørdi EM-finaluna í gjárkvøldi.

Portugal framdi eitt satt bragd í gjár, tá ið evropeiska tjóðin fyri sunnan sera óvæntað vann EM-finaluna 1-0. Hetta høvdu mong ikki spátt - serliga ikki eftir, at tað ikki eydnaðist hjá Portugal at vinna nakran dyst í bólkaspælinum í. Eftir sjey dystir er status, at Portugal bert vann ein dyst í vanligari leiktíð, men hetta var kortini nóg mikið til at vinna EM. Tí at enn meira týdningarmikið, so tapti Portugal ongan dyst í EM-endaspælinum 2016.

 

Í dag er eisini stórur fagnaður í øllum Portugal, har hetjurnar eru komnar heim at blíva heiðraðar. Gleðin var eiheldur til at fjala á portugisiska frásøgumonnunum, ið søgdu frá dystinum á portugisiskum sjónvarpi, tá ið Éder skoraði sigursmálið eftir 109 minuttir.

 

Sí upptøkuna omanfyri, har undirtekstur er lagdur til portugisisku orðini, rópini og ýlini, tá ið grundarsteinurin undir EM-sigrinum 2016 varð lagdur. Tíverri sæst málið hjá Éder ikki samstundis sum frásøgnin, men kortini er stuttligt at hoyra portugisisku frásøgumenninar, ið mugu sigast at vera tiknir "in the heat of the moment".