Minni vindur seinnapartin og í kvøld

Danska veðurstovan DMI væntar, at hann fer at maka vindin seinnapartin. Í nátt fer hann tó at veksa vindin aftur.

Eitt djúpt lágtrýst í Grønlandsfjørðinum liggur nærum í stað og sendir óstøðuga luft við ælingi inn yvir Føroyar av vestri og útsynningi. Nátt til mánadag væntast eitt lágtrýst at fara framvið Føroyum úr útsynningi. 

 

Veðurvánirnar leygardagin:

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið, men út á dagin minkar hann um vindin og verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Skiftandi óstøðug luft við regni ella vátaslettingsælum. Hitin millum trý og sjey stig.

 

Sunnunáttina veksur hann vindin aftur til strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 metrar um sekundið. Óstøðug luft við ælingi, sum kann vera regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum eitt og fýra hitastig.

 

Sunnudagin:
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið, um náttina minkar hann vindin til andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað við onkrum vátaslettings- ella kavaæli og hitin millum frostmarkið og fimm hitastig.