Minni vakstrarhúsgass orsakað av kreppu

Útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum er minkað tvey tey seinastu árini. Høvuðsorsøkin er, at skipini eru færri, og tey hava fiskað minni

Umhvørvisstovan legði i gjár nýggjastu tølini fram yvir útlátið av vakstarhúsgassi, og tølini vísa, at oljunýtslan er minkað.
Tølini verða gjørd upp í brúkarabólkar, og londini brúka felags reglur ri at sleppa undan, at nakað verður talt við tvær ferðir.
Serliga er oljunýtslan hjá skipunum minkað, og tað kemur fyrst og fremst av, at skip eru farin úr flotanum, og skipini hava ikki fiskað so nógv sum árini framanundan. Reiðaríini hava eisini gjørt tað, tey eru ment, at spara olju, nú oljurpísurin hevur verið so høgur.

Húsarhaldini gera sítt
Húsarhaldini hava somuleiðis brúkt nakað minni.
- Hetta kundi hugsast at komið av hugburðsbroyting, men vit hava sæð, at seinastu tvey árini hava umleið 600 hús fingið sær hitapumpu. Haraftrat hevur tað verið nógv líggjari, sigur Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni.
Akførini hava somuleiðis brúkt eitt sindur minni, og ein orsøk er, at minni er brúkt av diesel.
- Tað er gleðiligt, at nýtslan og harvið útlátið minkar, men vit kunnu ikki siga, at tað kemur av tiltøkum, sigur Jóhanna Olsen.
Roknað er út frá nýtsluni í 1990, og tølini vísa, at føroyska útlátið nú er minni enn í 1990.

Fokus á umhvørvið
Annars sigur veðurpolitikkurin, sum løgtingið samtykti, at útlátið í 2020 skal verða 20 prosent minn enn í 250.
- Útlátið er longu minkað 12 prosent síðan 2005, og tað ljóðar væl. Men ikki ber til at siga, um henda gongin fer at halda fram, sigur Jóhann Olsen.
Hon fegnast um, at so nógv fokus er sett seinastu árini á orkunýtsluna, og serliga eru tað privatu brúkararnir, sum eru tilvitandi. Heilt nógv fólk hava gjørt íløgur í bjálvgin og hitapumpur.
Undir framløguni varð eisini nevnt, at ein kunngrð, sum heimilar Umhvørvisstovuni atheita á oljufeløgini um at útflýggja upplýsingar, ið siga, hvussu nógva olju hvørt einstakt skip hevur fingið av olju. Upp á tann mátan fer at bera betur til at fylgja við, hvør brúkar mest.