Sólin sá og sendi sínar gyltu strálir á blikstillu vág
Friðurin, kvirran og vakurleikin, sum vit kenna Miðvág
Tankar sveima í mínum huga, eg síggi tað alt fyri mær
Ein einsamallur maður gongur har og hevur tráðu hjá sær
Vakur og rankur í kolli og bundnari troyggju oman eftir fer
Steðgar á og hyggur upp á luftina - okkurt skýggj á luftini er.
Stendur við tráðu í hond, meðan flotið damlar í sjónum har
hann minnist til aðrar dagar við báti og slupp - langt burtur sær
meðan havbylgjan breyt, men snørið í hond
Í øllum veðrið at halda tørn - annað lívið var og fjarskotin lond
Tó lívið var baldrut og mangan so strævið, hann hugsaði um okkum
Niðri á Bakka hjá ommu og abba, jú, altíð tit vóru í okkara tonkum.
Tá bygdin byrjar at vakna hann leitar sær til heimið á Bakka
sita tey bæði við borðið og minnast altíð Várharra at takka
tveyeini tey sita og glað fyri lívið og tær gávur tað gav
so góð tit vóru við okkum og mangan kossin tú mær gav
munnharpan, harmonikan tey ljóðføri hann spældi uppá
eg minnist við longsli tær góðu løtur so mangar tær vóru tá.
Abbi, tú ongan mun á nøkrum gjørdi - høgt vit elska títt minni
hjálpsamur og so sera góður og altíð við opnum sinni
manga góða løtu vit høvdu øll saman - minnini góð á Bakka
heimið tykkara altíð var opið, mong hava sitið væl - vit tykkum takka
At hjartanum eg goymið tey minni so góð um tykkum bæði
Veit tit eru á tí staðnum, hjá Honum, sum á øllum hevur ræði.
Hanna