Vestmanna kommuna fekk nakað minni av skatti inn í januar mánaði í ár, í mun til í fjør. Í januar komu góðar tvær milliónir og 540 túsund krónur inn í skatti, ímóti tveimum milliónum og 500 túsund krónum í fjør. Hóast krónuupphæddin er størri, er kortini talan um eina afturgongd, tí á nýggjárinum skuldu vestmenningar gjalda eitt prosent meiri í skatti enn í fjør. Ein orsøk til lækkingina er óstøðuga arbeiðið á flakavirkinum í bygdini. Virksemið gjørdist at enda so lítið, at fólk vórðu send til hús. Ein onnur orsøk til lækkingina er hin einfalda, at fólkatalið í Vestmanna er lækkað hetta seinasta árið. Fyri einum ári síðani búði 1256 fólk í bygdini, men 1. januar í ár var talið lækkað til 1195 vestmenningar. Hinvegin verður víst á, at fleiri fólk eru flutt til bygdina henda seinasta mánaðin.