Minni av svartkalva um heystið enn um summarið

Á fyrsta sinni nakrantíð hevur fiskirannsóknarskipið Magnus Heinason roynt eftir svartkalva í oktober mánaði. Tað bleiv gjørt í kanningarferðini hjá skipinum í døgunum 21. oktober til 3. november. Tað upplýsir Havstovan í tíðindaskrivi.


Av tí, at talan var um fyrstu ferð, at roynt varð eftir svartkalva so seint á árinum, ber ikki til at samanlíkna stødd, vekt ella annað við undanfarnu ár. Í staðin hava granskararnir á Havstovuni valt at samanlíkna úrslitini í oktober við tey frá eini kanningarferð í mai-juni í ár.


- Nøgdin av svartkalva var bert umleið helvtin í mun til mai-juni í ár. Hinvegin var munandi meira at fáa av blálongu hesa ársins tíð og eisini var meira at fáa av trantkongafiski, skrivar Havstovan í tíðindaskrivi.


Sum heild var tó ikki tann stóri munurin um svartkalvin í vár og sunnar.


- Lítil ella eingin munur var í kynsbúningini hjá svartkalva í oktober í mun til mai-juni. Eins og í mai-juni var meginparturin av svartkalvanum smáur rognafiskur, sum var komin stutt ávegis í kynsbúningini. Onkur hendinga rognafiskur, sum var yvir 80 cm langur, var tó komin nakað áleiðis í kynsbúningini, skrivar Havstovan og leggur afturat.


- Teir fáu kallfiskarnir, sum vóru komnir nakað áleiðis í kynsbúningini, kundu vera heilt niður í 50 cm til longdar. Nytrulesturin vísti, at svartkalvin vaks í miðal 2,9 cm um árið. Svartkalvin át mest svartkjaft og nøgdin var minni enn í mai-juni, møguliga tí at minni var at fáa av svartkjafti.