Absalon Absalonsen
Undirritaði lurtaði við stórum áhuga eftir sendingini »Føroyar í dag«. Evni var: Hvussu ávirka høgu oljuprísirnir samfelagið.
At oljuprísirnir eru stór avbjóðing hjá fiskivinnuni var sjálvandi viðgjørt..
Ført var fram, at tann parturin av flotanum, sum verður minst ávirkaður av oljuprísunum, er húkaflotin, meðan trolaraflotin hevur størstu trupulleikarnar.
Hetta er ikki nýtt, hetta hava øll, sum fáast við fiskivinnu, vitað. Men við dagsins oljuprísum átti tað at havt munandi størri áhuga, ikki minst hjá teim ráðandi.
Hyggja vit at okkara fiskatilfeingi, so sæst, at nógv størri partur kundi verið veiddur við húki í mun til núverandi býti.
Upsi, toskur og hýsa eru fiskasløg, sum væl ber til at veiða við húki. Upsaveiðan undir Føroyum byrjaði við hondsnellum, og væl bar til, so leingi sum eingir trolarar órógvaðu upsan.
Størsta forðingin fyri at veiða upsa við snellu eru teir mongu trolararnir. Tað er ikki einans, tí teir veiða stórar nøgdir, men fyrst av øllum, tí teir styggja upsan, hann verður órógvaður í síni náttúrligu jagstran eftir føði, og tekur tí ikki húk.
Ein háttur at minka munandi um oljunýtsluna fyri hvørt kilo, vit veiða av fiski, hevði verið at minka um trolflotan og økt um húkaflotan í staðin.
Umframt at vit høvdu minka munandi um oljuútreiðslurnar, høvdu vit eisini kunna víst á minni svávulútlát í mun til veiddu nøgdina.
Vit høvdu fingið munandi betri fisk, tí fiskur, sum verður veiddur við húki, og verður blóðgaður í somu løtu, sum hann kemur á dekkið, fer altíð at hava munandi betri góðsku enn trolarafiskur, har ein partur av fiskinum hevur verið fleiri tímar í posanum, áðrenn hann kemur á dekkið.
Vit høvdu vit fingið fleiri arbeiðspláss á sjónum, og íløgan fyri hvørt arbeiðspláss hevði helst verið munandi minni.
Eg legði til merkis í sendingini, at ein av okkara fremstu politikarum hevði úttalað, at avbjóðingina av høgu oljuprísunum eigur vinnan. Hesum eri eg ikki samdur við honum í. Avbjóðingin viðkemur sanniliga eisini teim ráðandi.
Eingin ivi er um, at vit kunna veiða munandi størri part av okkara tilfeingi við húki, men tað skulu broytingar til. Tey, sum eru sett at skapa karmar um vinnuna, eiga at vera tey fyrstu at lata við seg koma.
Hevði ikki verið vert at umhugsa at latið upphøggingarstuðul til teir elstu trolararnar og stuðla vinnuni í eini øking av húkaflotanum í staðin millum annað við nýmótans snelluførum og samstundis vaksi um tey trolfríu økini á grunnunum.