Millumskúlaflokkur í 1961-62

Í sambandi við eina framsýning, sum Jórunn Dánialsdóttir skipar fyri á ólavsøku í ár í gamla realskúlanum í Havn, leitar hon eftir myndum av lærarum og mæmingum í “Færøernes Mellem- og Realskole” í tíðarskeiðnum 1916 til 1966.

Jórunn heitir á tey, sum eiga myndir frá hesum tíðarskeiði, um at ringja til sín á tel. 316024 ella 226024. Adressan er Sílagøta 3, FO-100 Tórshavn. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).

Tíðarfreistin er sett til 10. juni, og vónar Jórunn at fáa allar myndirnar til høldar til tað tíð.


Í dag hava vit mynd av einum millumskúlaflokki skúlaárið 1961-62.


Fremsta rað f.v.: Dánjal Hofgaard, Claus Bonnevie, Birgir Árting, Hartmann Joensen og Jógvan Arge.


Miðraðið f.v.: Jóannes í Dali, Jóna Guttesen (g. Rasmussen), Karin Djurhuus, Svanhild Christiansen (g. Joensen), Bergljót Ihlen, Eyðbjørg Andrésen (gift í Onglandi), Jógvan við Ánna, lærari, og Tordis Helmsdal (búsitandi í Danmark)


Aftasta rað f.v.: Durita Davidsen (g. Davidsen), Jóna Christiansen (g. Frederiksen), Katrin Hansen (g. Johansen) og Lív Dam


Um onkur hevur okkurt at viðmerkja í sambandi við hesa myndina, er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við Jórunn Dánialsdóttir.



Myndaeigari: Svanhild Joensen