Millumskúlaflokkur í 1951

Færøernes Mellem- og Realskole:

Tíðin nærkast til framsýningin av millum- og realskúlanæmingum hjá Jórunn Dánjalsdóttir fer av bakkastokki um ólavsøkumundið. Framsýningin verður í Kommunuskúlanum í Havn og letur upp við eini kvøldsetu tann 23. juli kl. 19.00 har fyrrverandi næmingar koma at hugleiða um tíðina, tá tey gingu í skúla.


Annars sigur Jórunn, at henni vantar enn fleiri realskúlamyndir, serliga frá síðst í 50-unum og fyrst í 60-unum. Hóast tíðarfeistin til at koma við myndum er úti, vónar hon at fáa allar myndirnar til høldar.


Myndin í dag er av einum millumskúlaflokki í 1951. Aftara rað f.v.: Dan Mortensen, Tórbjørn Mikkelsen, Knút Lützen, Katrin Thorkildshøj, Sheila Marr, Anna Poulsen, og Bette Rasmussen, lærari.


Fremra rað f.v.: Petur Poulsen, Arnold Karbech Mouritsen, Bjarni Olsen, Carl Vilhelm Weihe, Ásbjørn Simonsen, Heðin Samuelsen og Helena Restorff Jacobsen.


Adressan hjá Jórunn Dánialsdóttir er Sílagøta 3, FO-100 Tórshavn. Tel. 316024 ella 226024. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).


Myndaeigari: Sólrun Holm