Milliardingur bjóðar Trump av í 2020

Milliardingurin Tom Steyer legst nú afturat langa listanum av demokratum, sum vóna at vera kosin sum floksins forsetavalevni til forsetavalið í USA næsta ár.

Hesum boðar hann frá í dag.

Steyer segði annars í januar, at hann ikki ætlar at stilla upp til forsetaembætið, men at hann í staðin for atfokusera upp á at fáa Trump fyri ein ríkisrætt.

Steyer er ein av teinum sjónligastu – og ríkastu – Trump-mótstøðufólkunum millum Demokratarnar. hann ehvur fleiri ferðir tosað fyri, at flokkurin eigur at arbeiða harðari fyri at fáa reist eina ríkisrættarsak ímóti Trump.

Við hesum 62 ára gamla milliarderi millum demokratisku valevnini eru nú tilsamans 25 demokratar, sum stríðast um at gerast mótvalevni hjá Trump í november 2020.

 

/ritzau/AP