Milliónir til móðurmálið

Við støði í heildarlýsing av støðuni hjá føroyska málinum hevur Málstevnunevndin gjørt uppskot til almennan málpolitikk. Í álitinum, sum ber heitið Mál-mørk, mælir nevndin til, at vit brúka 73,2 mió. kr. til málrøkt- og menning her á landi

”Við støði í heildarlýsing av støðuni hjá føroyska málinum skal málstevnunevndin gera eitt uppskot til almennan málpolitikk.”

Soljóðandi var málsetningurin, sum Málstevnunevndin fekk, tá ið hon fór til verka á vári í 2006. 18. desember handaði nevndin so landsstýrismanninum álitið við uppskoti um almennan málpolitikk.

Vit fara her at tríva í nakrar av niðurstøðunum í álitinum, umframt at prenta øll tilmælini frá nevndini, so lesarin fær eina hóming av arbeiðinum.

Endamálið við frágreiðingini er at lýsa viðurskiftini kring málið, sum hava týdning fyri, at tann almenni málpolitikkurin kann verða settur í verk á skipaðan hátt, og at vísa á møguleikar at raðfesta tiltøk, sum hava týdning fyri málið. Málstevnunevndin hevur í álitinum eina lýsing av støðuni hjá málinum, og hevur í hesum sambandi valt at býta føroyska málsamfelagið sundur í fýra høvuðsøki: 1) uppaling og undirvísing, 2) almenn fyrisiting, 3) fjølmiðlar og 4) vinna, arbeiðsmarknaður og mentan.

Tey, sum mannaðu nevndina vóru: Árni Dahl, formaður, John Dalsgarð, skrivari, Ann Ellefsen, Hanna Jensen, Sólvá Jónsdóttir, Jonhard Mikkelsen, Katrin Næs, Jóhan Hendrik W. Poulsen og Eivind Weyhe.

Í álitinum sigur nevndin, at fyri at gera eina heildarlýsing av støðuni hjá føroyskum máli krevst longri tíð, størri arbeiðsorka og betri hagtalatilfar, enn nevndin hevur havt. Og at hetta skal vera havt í huga, tá álitið verður lisið.

Frágreiðingin er í stóran mun grundað á samrøður, sum formaður og skrivari hava havt við fólk, sum sita í leiðandi størvum á ymsu økjunum. Í øðrum lagi byggir hon á tilfar, ið skrivað er um evnið og í triðja lagi á tað, sum nevndarlimir hava borið fram, meðan nevndin hevur arbeitt.

Víst verður á, at styrkin í hesum er, at ábyrgdarpersónar sleppa sjálvir at orða seg um tann økini teir varða av, og málkøn sleppa á nevndarfundum høvi til at viðgera útgreiningarnar, sum verða lagdar fram. Sagt verður eisini, at veikleikin er, at ivi kann vera um ábyrgdarpersónar lýsa støðuna, sum hon veruliga er, ella um teir royna at lýsa støðuna, sum teir kundu hugsað sær hana. Ein annar veikleiki er, at føroyskt mál er lítið granskað, og ógvuliga fá hagtøl eru. Ein triði veikleiki er, at spurt kann verða, um limirnir í Málstevnunevndini í nóg stóran mun umboða eina breidd, tá ið hugsað verður um at umrøða støðu málsins í øllum samfelagsliðum. Nevndin hevur verið varug við hesar spurningar, meðan álitið er skrivað.

Uppskotið til almennan málpolitikk byggir fyrst og fremst á heildarlýsingina av støðu málsins, umframt á ta umrøðu og tey tilmæli, sum málstevnunevndir hava gjørt í grannalondum okkara seinastu 5-6 árini.

Sagt verður eisini, at ein nevnd, sum verður sett at útgreina ávíst mál, skal hvørki vera partapolitisk ella politisk hugsjónarliga. Men tá ið ein nevnd verður biðin um at gera uppskot til almennan málpolitikk, slepst ikki undan, at komið verður inn á støðu málsins í politiskum ljósi.


Málstova við málnevnd

Málstevnunevndin setir eisini nakrar fortreytir upp, har millum annað verður sagt, at endamálið við almenna yvirskipaða málpolitikkinum er at tryggja og menna støðið undir føroyskum máli.

Føroyskt er almenna málið í Føroyum, og tað er tjóðarmál føroyinga.

Yvirskipaði málpolitikkurin skal tryggja øllum borgarum rættin til mál. Tað er rættin til tjóðarmál, móðurmál og fremmandamál, herundir eisini rættin til teknmál.

Yvirskipaða endamálið við málpolitikkinum er at tryggja føroyskum máli støðu sum fullkomnum og samfelagsbærum máli á øllum økjum í samfelagnum. Tað merkir, at føroyskt eisini í framtíðini skal kunna verða nýtt í øllum samfelagsviðurskiftum, og at valið sjálvsagt skal falla á føroyskt, har tað ikki er neyðugt at nýta fremmandamál.

Fyri at røkka hesum máli er týdningarmikið at menna og dagføra tíðarhóskandi føroysk yrkorð, sum eru atkomulig hjá øllum yrkisgreinum.

Støðið undir hesum arbeiði verður lagt við styrktari og útbygdari málstovu og við málnevnd, sum skal virka sambært dagførdari løgtingslóg.

Skúli og uppaling eru akkersfesti hjá føroyskum máli. Við miðvísum arbeiði og greiðum virkisætlanum verður frálæran í føroyskum styrkt í øllum skúlaverkinum. Longu í barnagarði og forskúla verður málið lívgað og ment. Tí skulu tættir, ið víkja at hesum evnum, vera partur av øllum lærara- og námsfrøðiútbúgvingum, sum verða nýttar her á landi.

Almenna fyrisitingin orðar felags málstevnu við samtyktum og leiðreglum um málnýtslu.

Fjølmiðlanna leiklutur í málsligu menningini er víðfevndur. Týdningarmikið er at styrkja málsliga medvit og førleikan hjá teimum, sum starvast í fjølmiðlunum. Umráðandi er at útbúgva fjølmiðlafólk okkara í føroyskum viðurskiftum, í mentan og í máli.




Hópur av tilmælum

Nevndin hevur savnað saman ein hóp av tilmælum við kostnaðarmetingunum. Tey verða prentað her í blaðnum í dag, og er ætlanin at arbeiða víðari við “málinum” komandi dagarnar.


Málpolitisk amboð

Tilsamans verður mælt til at brúka 3 mió. kr. til málpolitisk amboð. Tilmælini eru hesi:


Føroyska málnevndin verður skipað sambært lóg. Nevnd verður sett at endurskoða grundarlagið undir Málnevndini og virksemi hennara og at gera uppskot til lóg. Mettur kostnaður: 250.000 eina ferð


Nevnd verður sett at skipa og útgreina støðuna hjá føroyskum teknmáli og at gera tilmæli. Mettur kostnaður: 250.000 eina ferð.


Málnevndin verður framhaldandi sjálvstøðugur stovnur við Málstovu í tøttum

samstarvi við Føroyamálsdeildina. Høvuðsuppgávan hjá Málnevndini eigur at vera at kunna og geva ráð um føroyskt mál umframt at granska tað og gera regluskipan.


Málnevndin verður heimilandi stovnur. Hon eigur at geva út rættskrivingarorðabók við reglum um rættskriving og bending, sum

landsstýrismaðurin løggildir. Skúlar og almennir stovnar eiga at hava skyldu at fylgja reglunum. Mettur kostnaður: 500.000 eina ferð til at seta sjøtul á.


Í Málnevndini skulu sita málfrøðingar umframt fólk, ið starvast við málsligar

spurningar í dagliga yrki sínum. Á stovninum skulu starvast málfrøðingar og málrøktarfólk, ið hava lokið prógv frá hægri lærustovni, umframt skrivstovufólk. Mettur kostnaður: 1.500.000 til fýra málfrøðingar umframt skrivstovufólk og annan rakstrarkostnað.


Málnevndin skal hava betri umstøður at arbeiða við orðalistar, eitt nú í samstarvi við almennar stovnar (til dømis løgfrøði- og umsitingarmál). Í hesum sambandi verða sonevndar yrkorðanevndir settar, ið eru knýttar at teimum ymsu yrkisgreinunum ella -økjunum í samfelagnum.


Málnevndin skal harumframt - til at gera meira vart við starvsemi sítt - skipa fyri kunnandi og upplýsandi tiltøkum, sum almenningur kann væntast at hava áhuga á, til dømis einum átaki sum “Ársins nýggjyrði”, “Degi málsins”, “Besta handilsheiti” og “Ársins málrøktarvirðisløn”. Mettur kostnaður: 500.000 til dømis í trý ár í fyrsta umfari, eitt nú til virðislønir, at gera nýggja og virknari heimasíðu, faldibløð og so framvegis.


Arbeiðið hjá Navnanevndini umframt alment regluskipanararbeiði viðvíkjandi staðanøvnum verður partur av arbeiðinum hjá Málnevndini. Somuleiðis eigur Málnevndin at umsita Orðabókagrunnin.



Dagstovnaøkið 


Tilsamans verður mælt til at brúka 4.900.000 til dagstovaøkið - uppaling og undirvísing.


Dagstovnaøkið verður samskipað við undirvísingarøkið móðurmálinum viðvíkjandi. Nevndin tekur undir við, at dagstovnaøkið og undirvísingarøkið verða samskipað undir einum og sama aðalráð.


Dagstovnalógin verður dagførd soleiðis, at málsliga menning barnsins beinleiðis verður nevnd í henni.


Fólk verða sett í starv til at umsita økið Børn undir skúlaaldri. Endamálið við hesum starvi er:

at fyrireika og seta í verk arbeiði við námsfrøðiligt tilfar á føroyskum, bæði til vanliga menning og til tey málsliga veiku,

at gera og endurnýggja tilfar til skúlabólkar og komandi forskúlar, (sum eisini eigur at vera ein støðugur partur av nevnda arbeiðsøki, í samstarvi við fólkaskúlan), og

at umsita TRAS (Tidlig Registrering Av Språkutvikling), aðrar verkætlanir og tey tilboð, sum skotin verða upp, tá ið nýggj kanningar og granskingarúrslit verða løgd fram.

Mettur kostnaður er 400.000 til fulltrúa á MMR at taka sær av hesum øki.


Stuðul verður latin til lestrarátøk, ið kunnu leiðbeina foreldur í málsligu menning barnsins. Hetta kundi eitt nú verið gjørt við faldibløðum og bókalistum, ið upplýsa um góðar føroyskar bøkur, og sum koma við

góðum ráðum um at lesa fyri barninum og um, hvussu foreldur sum heild kunnu styrkja barnið málsliga.

Mettur kostnaður er 500.000 kr.


Móðurmálsundirvísingin á føroysku námsfrøðiútbúgvingini verður styrkt og knýtt saman við frálæruna um málsligu menning barnsins undir skúlaaldri.


Námsfrøðingar, sum nema sær útbúgving á lærustovnum, har føroyskt ikki er lærugrein, taka eykaprógv í føroyskum á sama hátt, sum lærarar við útlendskum læraraprógvi taka eykaprógv í føroyskum. Hesa útbúgving taka

teir, meðan teir eru í starvi við lutfalsligum lækkaðum tímatali við løn.

Mettur kostnaður er 1.500.000, harav 300.000 til undirvísing og 1.200.000 til gjald fyri niðursett tímatal


Sum skjótast verður farið undir at granska spurningar sum viðvíkja málsligu menning barnanna í Føroyum. Økt játtan at veita vísindaligum verkætlanum, ið beinleiðis granska spurningar av hesum slag, eigur at verða útvegað.

Mettur kostnaður er 1.000.000 til tvey ársverk til granskarar


Formlig avtala verður gjørd millum dagstovnarnar og almenna Kringvarpið um at gera og útvega námsfrøðiligt tilfar. Eitt nú kundi Kringvarpið nýtt námsfrøðingar meira í sínum framleiðslum, eins og fleiri námsfrøðingar kundu útbúgvið seg upp aftur meira í miðlafrøði. Kringvarpið eigur at fáa tónleikarar at spæla inn barnasangir – bæði upprunatekstir og týddar – sum eru á prenti í bókum og bløðum. Mettur kostnaður 500.000.


Almenn játtan verður sett av til at leggja føroyska talu inn á útlendskar filmar, ið eru ætlaðir børnum undir skúlaaldri. Mettur kostnaður 1.000.000.



Fólkaskúlin 


Tilsamans verður mælt til at brúka 4.900.000 til fólkaskúlan - uppaling og undirvísing.


Øll undirvísing fer fram á føroyskum, eins og allar próvtøkur verða hildnar á føroyskum.


Undirvísingartilfar á føroyskum skal verða tryggjað í øllum lærugreinum.


Kommunurnar skulu lata eins stóran part og landið letur til skúlabókaútgávu. Skúlarnir fáa síðani tilfarið, sum kemur út, sendandi ókeypis.


Til tess at styrkja støðuna hjá føroyskum í samfelagnum sum heild er neyðugt eisini at styrkja lærugreinina føroyskt í fólkaskúlanum.

Eitt nú verða kanningar settar í verk, sum hava til endamáls at lýsa støðuna á ávísu økjunum betur og vísa á ítøkiligar tørvir, ábøtur og møguleikar fyri menning. Mettur kostnaður 1.000.000 til at kanna og lýsa støðuna


Lesiætlan fyri føroyskt á øllum stigum í undirvísingarskipanini verður samskipað við greiðum og ítøkiligum málum og krøvum til hvørt stig. Ábyrgdin fyri tey ymsu stigini verður staðfest, og flytingin millum stigini í undirvísingar-skipanini løgd til rættis, so øll draga eina línu.


Lærugreinaráðgevingin í føroyskum í verður styrkt, so at lærugreinin verður ment og dagført undirvísingartilfar útvegað. Mettur kostnaður 300.000.


Undirvísingartilfar til føroyska skúlan verður gjørt, og í tí sambandi verður málgransking og onnur gransking á hesum øki sett í verk. Mál og mið verða sett hesum viðvíkjandi. Mettur kostnaður 500.000, markað til málgransking og aðra gransking. Upphædd til undirvísingartilfar er uppi í játtanini til undirvísingarmiðlar


Økt játtan til barna-, ungdóms- og skúlabøkur umframt undirvísingarforrit og fløgur, við tí endamáli at styrkja støðu málsins sum heild og menna tilvit og áhuga barnanna fyri móðurmálinum. Mettur kostnaður 1.000.000. Markað til barna- og ungdómsbókaútgávu. Upphædd til undirvísingarforrit, skúlabøkur og fløgur er uppi í játtanini til undirvísingarmiðlar.


Serlig tilboð verða tryggjað teimum, ið ikki hava fingið frálæru í føroyskum, eitt nú útlendskum næmingum og teimum føroyingum, sum einans hava gingið í útlendskan skúla. Mettur kostnaður 300.000 til eitt lærarastarv.


Til hagtøl í sambandi við undirvísingarverkið verður skipaður grunnur, sum skal útvega skúlaleiðslum, myndugleikum og øðrum áhugaðum upplýsingar og vitan at nýta í menningini og tilrættisleggingini av útbúgvingarverkinum sum heild. Mettur kostnaður 800.000 til tvey størv á Hagstovu Føroya


Almenn játtan verður sett av til at leggja føroyska talu og/ella tekst inn á útlendskar filmar, ið eru ætlaðir børnum og ungdómi í skúlaaldri. Mettur kostnaður 1.000.000. 



Miðnámsskúlin 


Tilsamans verður mælt til at brúka 5.650.000 til miðnámsskúlan innan uppaling og undirvísing.


Øll undirvísing og allar próvtøkur eiga at vera á føroyskum.


Undirvísingartilfar á føroyskum skal verða tryggjað í øllum lærugreinum á miðnámsstigi. Alt undirvísingartilfar skal endurnýggjast fimta hvørt ár. Upphædd er ásett í tilmælinum Undirvísingarmiðlar.


Lærugreinin føroyskt má verða styrkt málsliga partinum viðvíkjandi. Umstøðurnar hjá teimum, sum undirvísa á miðnámsstigi at fáa sær eftirútbúgving verða bøttar. Mettur kostnaður er 1.500.000 til undirvísarar og niðursett tímatal


Samskipan við móðurmálsundirvísingina í fólkaskúlanum er neyðug, soleiðis at alt

skúlaverkið dregur eina línu, og at einki ivamál skal vera um, at málburður og rættskriving altíð hava týdning í allari skriving


Tvørfrøðiligt samstarv skal vera millum málsligu lærugreinirnar, so at føroyskt kann verða grundarlagið undir hinum mállæru-greinunum. Tað merkir, at vit mugu gera føroyskt frálærutilfar til lærugreinirnar í fremmandamálum, eisini í donskum. Teldutøkar orðabøkur millum føroyskt og heimsmálini er eisini ein treyt í hesum sambandi. Mettur kostnaður 2.000.000 um árið fyribils í fimm ár, verður markað til at útvega orðabøkur til FØ-EN/EN-FØ og FØ-TÝ/TÝ-FØ og FØ-FR/FR-FØ og FØ-SP/SP-FØ og FØ-RU/RU-FØ


Serlig tilboð verða tryggjað teimum, ið ikki hava fingið frálæru í føroyskum, eitt nú útlendskum næmingum og teimum føroyingum, sum einans hava gingið í

útlendskan skúla. Mettur kostnaður 400.000 til eitt lærarastarv.


Netskúli í føroyskum verður skipaður eftir sama sniði sum t.d. Icelandic Online fyri føroyingar uttanlands og tey innanlands, sum ikki hava umstøður at ganga í skúla, og fyri áhugaðar útlendingar. Soleiðis kunnu tey verða betur skikkað at koma inn í føroysku útbúgvingarskipanina. Mettur kostnaður 1.000.000, upphæddin lækkar, tá ið gongd er komin á.


Kringvarpinum verður veitt eykajáttan til at gera undirvísingarsendingar á føroyskum máli, sum í høvuðsheitum venda sær til miðnámsskúlarnar. Her verður hugsað um bæði týddar sendingar og upprunaligar føroyskar. Mettur kostnaður er 750.000 til at rinda teimum, ið skriva, týða og lesa upp.




Hægri útbúgvingar og gransking 


Tilsamans verður mælt til at brúka 1.700.000 til útbúgvingar og gransking innan uppaling og undirvísing.


Sum grundregla er undirvísingarmálið á teimum hægru útbúgvingunum føroyskt. Sama skal galda fyri próvtøkumálið.


Undirvísingartilfar á føroyskum eigur í ávísan mun at verða gjørt og útvegað hægru støðisútbúgvingunum. Upphædd verður ásett í tilmælinum Undirvísingarmiðlar


Gransking og menning í máltøkni verður raðfest fremri, og tøknin verður í munandi størri mun tikin við sum amboð í málrøktarstarvinum. Mettur kostnaður er 700.000.


Gransking og menning í máltøkni verður raðfest fremri, og tøknin verður í munandi størri mun tikin við sum amboð í málrøktarstarvinum. Málstovan ger hetta arbeiði.


Føroyskt mál og viðurskifti annars verða granskað í størri mun enn higartil, og henda gransking verður ment og støðugt røkt. Endamálið er eisini at menna móðurmálsundirvísingina á øllum stigum í skipanini umframt at vinna føroyskum enn tryggari støði at standa á. Mettur kostnaður er 500.000 kr. til ein granskara.


Fróðskaparsetrið og hægru lærustovnarnir eiga at orða málstevnur, sum greitt taka støði í, at føroyskt er almenna málið í Føroyum. Endamálið er at tryggja málið sum fullkomið og nýtiligt á øllum økjum í undirvísingini og granskingini í føroyska samfelagnum.


Arbeiðið við at gera og umsita orðabøkur eigur at verða styrkt. Orðabókagrunnurin, sum verður lagdur undir Málnevndina, eigur at fáa rúmari heimildir og størri játtan at arbeiða við og skal hava sum høvuðsmál at umsita og samskipa alla føroyska orðabókagerð.


Granskað eigur at verða, hvørja ávirkan alheims KT-menningin (kunningar- og  samskiftistøknin) hevur og fer at hava á føroyska málið. Mettur kostnaður 500.000 til ein granskara.



Undirvísingarmiðlar 


Tilsamans verður mælt til at brúka 25.000.000 til undirvísingarmiðlar innan uppaling og undirvísing.


Játtanin til skúlabókagerð verður hækkað munandi, so at alt undirvísingartilfar – frá fólkaskúla til og við miðnámsskúla – kann verða endurnýggjað fimta hvørt ár. Mettur kostnaður 25.000.000.


Undirvísingartilfar á føroyskum verður tryggjað øllum lærugreinum í fólka- og

miðnámsskúla. Víst verður til 1. grein í hesum tilmæli 



Fyristingarøkið 


Tilsamans verður mælt til at brúka 2.000.000 til almennu fyrisitingina.


Almenna fyrisitingin orðar felags málstevnu við samtyktum og leiðreglum um málnýtslu.


Reglugerðir, kunngerðir, lógaruppskot og rundskriv verða málsliga viðgjørd, áðrenn tey verða latin úr hondum. Endamálið er at økja um greidleikan í hesum tekstum umframt at styrkja støðuna hjá føroyskum lógarmáli.


Kommununurnar orða sína egnu málstevnu (virkisskrá fyri málið), sum røkkur út í hvønn krók í kommununi. Tílíka virkisskrá kann ttil dømis kommunufyrisitingin umsita saman við einum settum málráðgeva. Tá kommunurnar eru smáar, kann henda uppgáva liggja hjá kommunusamstarvsfelagsskapinum, sum kommunan er limur í.


Málstovan (Málnevndin) fær betri umstøður (fleiri størv) at vera málsligur ráðgevi hjá almennu fyrisitingini og stovnum hennara.


Skipað verður fyri skeiðum í føroyskum máli fyri teimum, sum starvast í almennu fyrisitingini. Mettur kostnaður er 500.000 til undirvísarar.


Øll mál, ið koma fyri løgtingið – uppskot til løgtingslóg, uppskot til ríkislógartilmæli, uppskot til samtyktar, frágreiðingar, skrivligir ella munnligir ella ófráboðaðir fyrispurningar o.a. verða orðað á føroyskum. Mettur kostnaður er 1.500.000 at týða fyri.



Fjølmiðlaøkið 


Tilsamans verður mælt til at brúka 12.850.000 til almennu fyrisitingina.


Tá ið fjølmiðlar eru almennir, mugu almennir myndugleikar seta útgreind, málslig krøv til stovnarnar. Fjølmiðlunum verða tryggjaðar umstøður at virka fyri dygdargóðari upplýsing á høgum mentanarligum og málsligum stigi.

Mettur kostanður 6.000.000 at nýta til 15-20 størv á ymsum økjum í Kringvarpi Føroya


Tá ið fjølmiðlar eru almennir, mugu almennir myndugleikar seta krøv til útbúgving hjá teimum, ið starvast í almennu miðlunum.


Allir fjølmiðlar orða stevnumið, ið skulu virka fyri at menna og fremja málsliga dygd.


Tvey ára master-útbúgving í samskifti og miðlum verður sett á stovn á Fróðskaparsetri Føroya. Mettur kostnaður er 2.000.000


Eftirútbúgving í føroyskum máli skal standa øllum fjølmiðlafólkum í boði.

Mettur kostnaður er 500.000.


Kringvarp Føroya setur útbúnan málráðgeva at leiðbeina í málsligum spurningum og annars hava eftirlit við, at samtyktu stevnumiðini um málnýtsluna á stovninum verða fylgd. Mettur kostnaður 350.000.


Kannað verður, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri føroyskt, at størstu mentanarberar eru grundaðir á annað mál enn føroyskt. Mettur kostnaður er 500.000 til ein granskara.


Kannað verður, hvørja ávirkan góðska og dygd í sambandi við tekst og mál í

fjølmiðlunum hava á málnýtsluna. 500.000 til ein granskara.


Játtaður verður peningur, sum verður markaður til at týða og teksta útlendskar

sendingar í Sjónvarpinum. Mettur kostnaður er 3.000.000


Alment viðurkend heiðursløn verður latin tíðindafólki fyri at røkja og ríka málið. Upphædd er sett undir Málpolitisk amboð




Vinna og arbeiðsmarknaður


Tilsamans verður mælt til at brúka 2.000.000 til vinnu og arbeiðsmarknað.


Virki og fyritøkur, sum í ávísan mun hava alment samskifti, orða málstevnur.


Vinnu- og handilsfyritøkur nýta føroyskt mál, tá ið kunnað og upplýst verður á føroyska marknaðinum.


Umstøðurnar at læra seg føroyskt hjá útlendingum, ið koma til Føroya at arbeiða í styttri ella longri tíðarskeið, verða bøttar og skeið løgd í fastar karmar. Mettur kostnaður er 500.000 til eitt undirvísingarstarv um árið umframt fyrisiting.


Virkað verður fyri at gera nýtaramótini á teldum og fartelefonum á føroyskum máli. Mettur kostnaður er 1.000.000.


Virkað verður fyri at leggja føroyskar orðabøkur inn á fartelefonirnar.

Mettur kostnaður er 500.000.


Almenna brúkarakunningin á føroyskum verður styrkt.


Mentan


Tilsamans verður mælt til at brúka 11.200.000 til mentan


Almennur mentanarpolitikkur við langtíðarætlan verður orðaður.

Mettur kostnaður er 100.000 eina ferð.


Rithøvundar og listafólk á Løgtingsfíggjarlógina. Mettur kostnaður er 1.000.000.


Fíggjarligur stuðul til at týða útlendskar leikir.

Mettur kostnaður er 100.000 til Tjóðpallin.


Tvífalda játtan til Mentanargrunn Landsins við tí endamáli at veita stuðul til films- og margmiðlaframleiðslur umframt øktan stuðul til útgávur og starvslønir. Mettur kostnaður er 5.000.000.


Bókasavnspolitikkur verður partur av almenna mentanarpolitikkinum, og

tíðarhóskandi kunngerðir verða gjørdar fyri bókasavnsøkið.


Játtan at styrkja støðuna hjá bókasøvnunum sum kunningardeplum. Mettur kostnaður er 5.000.000 til longdar upplatingartíðir, mentanarlig tiltøk, bókabuss o.a. Kommunurnar rinda sín part, sum er roknaður upp í upphæddina.


Biografar skriva filmsumrøðurnar á heimasíðum sínum á føroyskum.