Milliónir rakt av kavaódn

Herurin er sendur út við spakum fyri at berjast ímóti kavanum í Zhejiang landslutinum í Kina, har milliónabýir eru uttan streym 223.000 hús eru rapaði, 862.000 hava fingið álvarsligan skaða, og myndugleikarnir meta at skaðarnir fara at kosta á leið 44 milliardir krónir. Samstundis lova veðurfrøðingarnir meira kava komandi dagarnir.

Fleiri staðni í landslutinum hava fólk eisini verið uttan streym í meira enn eina viku. Kuldin hevur eisini oyðilagt vatnveitingar, og einstakir almennir kranar eru einasta vatnveiting hjá nógvum.

Í býnum Cenzhou, har streymurin er farin, búgva fimm milliónir fólk. Skúlar, ídnaðarvirki, og flestu handlar hava stongt, og mobilnetið er gingið fyri.

Økið har kavaódnin hevur herjað er ídnaðarøki við fleiri stórum ídnaðarvirkjum. Starvsfólk úr hesum virkjum hava seinastu vikuna roynt at sleppa heim at halda kinesiskt nýttár saman við familjuni í heimbygdini, sum tey flestu teirra bara sleppa at vitja einaferð um ári.

Men orsakað av kavaódnini hava tokini ikki koyrt. Tá so neyðtok at endan byrjaðu at koyra, leitaðu yvir ein millión fólk sær til høvðustokstøðina í økinum. Fríggjadagin var hurlivasin so stórur á støðini, at ein kvinna varð traðkað í hel.

Politiken sigur, at nógv av hesum einari millión fólkunum í býnum Guangzhou hava bíðað uttandura í fleiri døgn fyri at sleppa við einum toki. Og hetta hevur skapt tann reina ? ella skitna ? ruðuleika. 12.000 løgreglufólk eru sett inn at halda skil á fólkamongini, men hetta letur seg næstan ikki gera.