Miljarderur: Bensin eigur at kosta nógv meira

Norski miljarderurin, Jens-Ulltveit Moe, sigur við NRK, at prísurin á bensini átti at verið væl omanfyri 20 krónur fyri liturin Ríkmaðurin heldur, at dálkandi bensin og diesel eru alt ov bílig at keypa.

- Prísirnir á bensini eru hækkaðir ógvuliga lítið, úr eini 10 krónum upp í einar 12-13 norskar krónur. Hetta er næstan einki.

Tað sigur norski miljarderurin, sum heldur, at prísirnir á bensini áttu at verið væl omanfyri 20 krónur fyri liturin.

Hann heldur, at prísirnir á bensini og el-orku áttu at verið tvífaldaðir til tess at minka um umhvørvisdálking.

Jens-Ulltveit Moe heldur, at høvdu prísirnir á bensini, diesel og el-orku verið nógv hægri, hevði meira verið gjørt fyri at finna alternativar og meira umhvørvisvinarligar loysnir.

Sjálvur sigst miljarderurin at hava brúkt eina hálva miljard norskar krónur upp á bioetanol og heldur, at aðrir ríkmenn eisini áttu at ?satsað? ein part av sínum ognum upp á varandi orkukeldur.