Milano-ferðin nakað seinkað

Fráferðin hjá flogfarinum - RC497 - hjá Atlantic Airways, sum eftir ferðaætlanini skuldi fara fyrsta túrin úr Vágum til Milano í morgun klokkan 06, er seinkað.

Orsøkin er tað ólag, sum hevur verið á flogferðsluni.

Í morgun er klárt í Vágum, og Atlantic Airways sigur á síni heimasíðu, at flogfarið ætlandi fer úr Vágum klokkan 08.15.

RC497 skuldi lenda í Vágum aftur av Milano-túrinum klokkan 13.45 í dag, men hetta er nú sambært heimasíðuni eisini broytt til klokkan 15.15.

Flogfarið til Milano í morgun verður fullsett, og í Vágum sita ferðafólk nú spent og bíða eftir hesi fyrstu ferðini til Italiu.

Ferðin millum Vágar og Milano tekur umleið hálvan fjórða tíma.