##med2##
KÍ er í stórformi, og teir undirstrikaðu FM-favorittleiklutin við feitari skrift tá teir á útivølli við Løkin í Runavík vunnu ein sannførandi 3-0 sigur á NSÍ.
Frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge greiddi frá, at KÍ var betri í 85 av teimum 90 minuttunum og vann ruddiliga uppiborið í dag.
Áleyparin hjá KÍ, Sumareh Bubacarr vísti seg frá síni allarbestu síðu í dag og skoraði tvey mál.
NSÍ-KÍ 0-3 (0-2)
0-1 Claes Philip Kronberg (20.)
0-2 Sumareh Bubacarr (34.)
0-3 Sumareh Bubacarr (66.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá teimum trimum málunum hjá KÍ
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein sera fegnan høvuðsvenjara hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum sera fegin kundi staðfesta eitt framúr gott avrik hjá sínum monnum, ið hann staðfesti vóru nógv tað besta liðið í dag. Mikkjal er eisini fegin um hvussu undirhaldandi KÍ spælir í hesum døgum.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein vónsviknan liðskipara hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum ásannar, at teir haltaðu aftaná næstan allan dystin.
4) Hoyr Trónd Arge stutt taka samanum ein ruddiliga uppibornan sigur hjá KÍ.











