##med2##
KÍ er FM-vinnari 2021 við 99,99 prosents vissu, tað er bara ikki tryggjað 100 prosent enn. Hetta slær høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen fast aftaná 5-1 sigurin hjá KÍ á ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði í dag.
Víkingur vann 2-1 á 07 Vestur. KÍ hevur 65 stig og Víkingur hevur 53 stig nú bæði liðini hava 12 stig eftir at spæla um. Haraftrat er KÍ betri innanhýsis og hevur ein málmun sum er 54 mál betri enn Víkingur, men Mikkjal vil ikki feira nakað fyrrenn tað er 100 prosent víst.
Hóast 5-1 sigurin í Fuglafirði er Mikkjal ikki heilt nøgdur. Hann heldur, at hansara menn høvdu nøkur lakari løtur í dystinum, serliga í fyrra hálvleiki.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge frásøgumann og viðmerkjaran, Teitur Joensen siga frá teimum seks málunum, ið komu í dystinum í Fuglafirði.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Mikkjal Thomassen aftaná dystin.
ÍF – KÍ 1-5 (1-2)
0-1: Árni Frederiksberg (18.)
1-1: Emil Weihe Joensen (39.)
1-2: Jóannes Bjartalíð br. (43.)
1-3: Jóannes K. Danielsen (60.)
1-4: Børge Petersen (74.)
1-5: Árni Frederiksberg (82.)











