Mikkjal, Meinhard, Rógvi og Noah vunnu

Fýra føroyingalið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vóru í leiki í dag

Næstbesta norska fótbóltsdeildin verður veruliga ein føroyinga-deild komandi kappingarár.

 

Leygardagin leiktu fýra føroyingalið venjingardystir.

 

Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad vann 2-0 á Kongsvinger.

 

Rógvi Baldvinsson byrjaði inni fyri Bryne, og í seinna hálvleiki kom Noah Mneney á vøllin fyri Bryne. Bryne vann 3-0 á Sandnes ULF, ið hevði Gullbrand Øregaard á vøllinum.

 

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen vunnu 5-0 á Grorud. Meinhard legði Mjøndalen á odda 1-0 við einum brotssparki.