Mikines-málningur fór fyri 60.000 krónur

Tað er so javnan, at málningar eftir kenda listamann okkara, Sámal Joensen Mikines eru til sølu.

Um dagarnar var ein lýstur til sølu hjá uppboðssøluhúsinum Bruun Rasmussen í Danmark.

Talan var um málingin av grindadrápi, nevndur »Grindedrab«, olja á lørift 73x87 cm.

Málningurin varð mettur til 60.000 krónur, men fyrsta boðið ljóðaði upp á 50.000. Síðan varð bjóðað yvir til 55.000, til málingurin at enda fór fyri 60.000 kr.

Sámal Joensen Mikines varð føddur í Mykinesi í 1906 og doyði í Keypmannahavn í 1979.