Mike Tramp er danskari, men gjørdist heimskendur, tá ið hann varð sangari í amerikanska rockbólkinum White Lion. Tann bólkurin er ikki virkin longur, men Mike Tramp livir framvegis sum tónleikari.
Seinastu tíðina hevur hann verið nógv á ferð, og hann hevur millum annað vitjað í Føroyum, her hann spældi á Liva festivalinum í Suðuroy.
Kona hansara er úr Indonesia, har hon fæst við sjónleik og politikk, og seinastu fimm mánaðirnar hevur Mike Tramp ferðast við tónleikin. Og fyri framman bíða tríggir mánaðir við konsertferð afturat.
Mike Tramp sigur við Ekstrablaðið, at hann hevur ikki hug at búgva í Indonesia, og at konan hevur ikki hug at flyta úr landinum.