Í tí nógv størsta av málunum ímót fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump, er kvøld latið inn eitt alment ákærurit ímóti umstrídda ríkmanninum.
Trump skal ákærast fyri tilsamans fýra viðurskifti.
Tað er samansvørjing fyri at snýta USA, samansvørjing fyri at forða eini almennari tilgongd, forða og royna at forða eini almennari tilgongd eins og samansvørjing ímóti rættindum.
Tað skriva fleiri amerikanski miðlar, teirra millum ABC News, NPR og CNN. Síðstnevndi hevur almannakunngjørt tað, sum miðilin sigur, er almenna ákæruritið ímóti fyrrverandi forsetanum.
Málið snýr seg um eina roynd at broyta forsetavalið í 2020 og er undir leiðslu av einum serligum ákæra, Jack Smith.
Hann ehvur sett eina samveldis stórnevningating við borgarligum fólkum, skulu meta um próvtilfarið í málinum ímóti Trump.
Nevningarnir váttaðu í kvøld, at tey hvødu latið ákæruritið víðari til Jack Smith.
Ákæruritið er tó higartil stemplað sum loyniligt, og bæði talið av ákærum, og hvat ákærurnar snúgva seg um, er tí ikki alment.
Fyrrverandi forsetin skal møta í rættinum í samveldishøvuðsstaðnum, Washington D.C.
Dómarin Moxila A. Upadhyaya hevur fingið ákæruritið ímóti fyrrverandi forsetanum og skal leiða rættarfundin. Tað upplýsir løgmálaráðið sambært CNN.
Kanningin, sum er undir leiðslu áv Smith, kannar millum annað, um Trump kann ábyrgjast fyri álopið á tjóðartingsbygningin, The Capitol, 6. januar í 2021.
Donald Trump kom í tíðini eftir at hann tapti forsetavalið við pástandum um, at tað hevði verið umfatandi valsvik. Tann dagin, tá mótmælisfólkið leyp á The Capitol, heitti hann á viðhaldsfólk sínum um »at berjast sum bara fanin«.
Fleiri hundrað fólk fingu skaða hendan dagin, og fleiri doyðu í sambandi við álopið. Síðani eru fleiri dømt fyri samansvørjing fyri at gera uppreistur.
Stewart Rhodes, sum stóð á odda fyri høgravíðgongda felagsskapinum Oath Keepers, varð dømdur 18 ára fongsul fyri sín leiklut í álopinum.
Donald Trump sjálvur noktar seg sekan í at hava gjørt nakað galið. Hann heldur, at talan er um politiska forfylging av sær.
/ritzau/











