Miðflokkurin á Fólkating at missjonera

Miðflokkurin ger greitt, at hann ætlar at brúka røðarapallin á Fólkatingi til at føra tey andaligu, etisku og moralsku virðini hjá flokkinum, fram

- Tað týdningarmiklasta hjá Miðflokkinum, er at vit sleppa at føra okkara virði fram á tí andaliga, etiska, og moralska økinum.

Tað staðfestir Jenis av Rana, formaðurin í Miðflokkinum.

 

Flokkurin hevur lagt sína valskrá til Fólkatingið fram í morgun, og har verður staðfest, at flokkurin ætlar sær at brúka fólkatingsins røðarapall til at føra kjarnuvirðini hjá Miðflokkinum fram.

 

Flokkurin hevur trý valevni til Fólkatingið. Tað eru teir tríggir, sum manna flokkin í Løgtingi og í landsstýri, nevniliga Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen.

 

- Tað er okkara endamál at føra okkara kjarnuvirði fram allastaðni, har vit kunnu, og í tí samandi er fólkatingsins røðarapallur eitt tað best, hugsandi høvi, tí øll fylgja við, hvat fyriferst har, sigur formaðurin í Miðflokkinum.

 

Og spurdur beinleiðis, staðfestir hann, at endamálið hjá Miðflokkinum á Fólkatingi, verður at missjonera á andaliga, etiska og moralska økinum.

 

Hann nevnir serliga trý øki, Miðflokkurin fer at tosa við danir um. Tað er virkin deyðshjálp, samkynd hjúnalag og frí fosturtøka, sum eru trý málsøki, Miðflokkurin fer at brúka orku upp á á fólkatingsins røðarapalli.

 

 

Les eisini: Á fólkating at ávara ímóti virknari deyðshjálp

 

 

Hinvegin fer Miðflokkurin ikki á Fólkating við tí endamáli at leggja eina slangu í danska statskassan fyri at danir at rinda fyri alskyns verkætlanir í Føroyum.

 

Miðflokkurin fer heldur ikki á Fólkating at tosa um at hækka ríkisveitingina, ella at krevja loysing.

 

- Tað eru mál, sum skulu avgerðast á Løgtingi og vit hava ferð eftir ferð fingið at vita frá donsku stjórnini, at vilja vit hava loysing, fáa vit hana.

 

Men ímeðan bíðað verður eftir, at Løgtingið mannar seg upp at taka ábyrgdina av Føroyum, fer Miðflokkurin eisini at leggja dent á at føra ein politikk á Fólkatingi, sum útvegar føroyingum so góðar sømdir, sum gjørligt.

 

Tí  fer flokkurin at virka fyri betri atgongd á ES marknaðinum. Men serliga heldur flokkurin, at tað er neyðugt at geva føroyingum størri ávirkan í Arktiska økinum og at menna og skipa samstarvi í útnorðri betri.

 

- Tað fær avgerandi týdning fyri okkum, sigur Miðflokkurin.

 

Hinvegin skilir flokkurin ikki tey, sum ætla sær á fólkating, men sum ikki ætla sær at føra politikk.

 

- Vit ætla at føra politikk á øllum økjum. Danskar lógir, og ES lógir ávirka føroyingar hvønn einasta dag, so sjálvsagt skulu vit hava eina meining um, hvussu tær verða orðaðar, sigur Miðflokkurin.

 

- Samstundis er tað ein sannroynd, at ta búgva 20.000 føroyingar í Danmark, og  eitt føroyskt umboð á Fólkatingið eigur sjálvandi at røkja teirra áhugamal eisini.

 

- Vit hava 20.000 føroyingar í Danmark, og vit senda nógv fólk niður at lesa, og í sjúkuørindum, so sjálvandi eiga vit at hava eina meining um, hvussu danir skipa sítt skúlaverk og sítt heilsuverk, sigur Miðflokkurin.