Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska fótbóltslandsliðið EM-undankappingardyst móti Pólandi á Narodowy leikvøllinum í Warszawa.
Koma 50.100 ella fleiri áskoðarar verður talan um áskoðaramet fyri ein landsdyst hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.
Póland er risastórur favorittur hjá 17 altjóða veddingarfyritøkum at vinna á Føroyum í annaðkvøld.
Miðaloddsini upp á pólskan heimasigur eru bara 1,11. Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru heili 23,25.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt fantastiskt føroyskt úrslit eru 8,76.
HER eru oddsini:
##med2##