Poul Michelsen hevur fingið nóg mikið aftaná samfull 40 ár í Fólkaflokkinum. Tað er ikki við sorgblýdni, at hann sigur flokkinum farvæl. Hann vísir á, at hann stuðlar framvegis stevnuskránni hjá Fólkaflokkinum fult og fast. Men flokkurin stríðist móti sínum egnu sjónarmiðum.
- Grundvirðini í flokkinum verða ikki vird longur. Eg orki ikki meria. Flokkurin kann ikki taka einmælt undir við nøkrum sum helst. Tað eru fiskivinnureformurin, kommunalreformurin, fíggjarlógin, burðardyggleikin, stjórnarskipanarlógin, eldrareformurin ella skúlareformurin greiðastu dømini um, sigur Poul Michelsen við Rás2.
Hann hevur ofta funnist alment at sínum flokki, men nú tímir hann ikki meira.
- Tá so meiriluti langt um leingi er fyri onkrum, er tað minnilutin í flokkinum, sum kortini ræður og eigur seinasta orðið. Eg kann ikki taka undir við tí. Eg kann bara ikki liva við tí, soleiðis er tað bara, sigur Poul Michelsen.
Hann vil ikki siga ítøkiliga, hvør sterki minnilutin er. Hann vil heldur ikki siga meira um stjórnina í flokkinum, uttan, at flokkurin hittist sjáldan, og at viðurskiftini eru óskipað. Michelsen hevur greitt flokkinum væl og virðiliga frá, hví hann sigur farvæl, og hann hevur ikki tørv á at siga meira.
Poul Michelsen verður fyribils leygangari í løgtinginum, men hann ger greitt, at hann fer at halda tær avtalurnar, sum hann hevur gjørt.
Poul Michelsen dylir heldur ikki fyri, at hann og Tjóðveldi eru samd á tjóðskaparliga økinum, men hann dugir ikki at siga, um hann fer at bjóða seg fram fyri Tjóðveldi.
- Vit eru ikki samdir á høgra-vinstra politikkinum. Eg eri borgarligur, og eg stuðli liberalismuni, og eg veit ikki, um tað samsvarar við politikkin hjá Tjóðveldi. Eg tími ikki at siga meira um júst nú, sigur Poul Michelsen við Rás2.