Michelin maðurin klænkaður

Væl kendi Michelin-maðurin hevur nú klænkað seg.

Hóast hann ikki er beinleiðis klænur, hevur hann ein bilring minni og sær sunnari út.
Bibendum, ella betri kendur sum Michelin-maðurin, er ein av heimsins best kendu figurum. Í nýggjastu útgávuni er hann farin frá XXXL til XXL, verður sagt frá Michelin.
Nýggi Michelin-maðurin skal verða eitt fyridømi í sambandi við at eta sunt og fáa nokk av motión. Tað er helst eisini betri fyri Michelin-mannin at vera klænur, nú hann skal vera við til Formel 1 koyringar um allan heim.