Michael Laudrup og Swansea skiljast

Bretska blaðið, Dailymail, skrivar í dag, at Michael Laudrup er um at verða søga í walisiska felagnum, Swansea City, sum spælir í Premier League.

 

Tað er ósemja millum nevndarformannin í felagnum, Huw Jenkins, og danska venjaran Michael Laudrup, sum er orsøkin.

 

Sambært bretska blaðnum, so vil Michael Laudrup sleppa at brúka fleiri pengar, meðan Huw Jenkins stendur í móti. Serliga skal Michael Laudrup verða í øðini um at keypini av Iago Aspas frá spanska Celta Vigo og Pierre-Emerick Auyubemang frá franska St. Etienne miseydnaðust.

 

Dailymail skrivar enntá, at báðir spælararnir vóru sinnaður at fara niður í løn fyri at sleppa at venja undir Michael Laudrup, sum umframt at vera millum heimsins bestu miðvallarar í síni tíð sum spælari, eisini hevur skorað móti Føroyum. Tað var í Parkini í 1990, tá Danmark vann ein hepnan 4-1 sigur.

 

Illgitingar eru eisini um, at Michael Laudrup vil sleppa í annað starv og tí setur fram krøv, sum hann veit at Swansea ikki kann ganga á møti. Hesum avsannar umboðsmaðurin hjá honum yvirfyri danska Ekstrablaðnum.

 

Við Michael Laudrup á odda vann Swansea Liga Cup og endaði á nígginda plássi í Premier League farna kappingarár.