Mia Pedersen í Vestmanna er sett sum formaður í Føroya Kommunufelag. Mia tók við sum formaður eftir at fyrrverandi formaðurin, Jacob Vestergaard, varð settur sum landsstýris-maður. Mia hevur sitið í stýrinum í Føroya Kommunufelag fyri Vestmanna Kommunu. Mia, ið er útbúgvin sum sjúkrasystir og arbeiðir á Landssjúkra-húsinum, fer nú í farloyvi.