Miðvís bygging av barnagørðum í Klaksvíkar Kommunu

Góði veljari

 

Námsfrøðiliga økið hevur altíð ligið frammarlaga í mínum hugaheimi. Í næstan tvey ár hava vit havt eitt barn í barnagarði í kommununi og tað hava vit verið sera væl nøgd við. Tó eru fysisku karmarnir í barnagørðunum sum heild ikki nøktandi. Nøgdsemiskanningin, sum kommunan gjørdi av økinum, vísti eisini, at fysisku karmarnir vóru ov vánaligir. Í dag hevur kommunan nøkur niðurslitin sethús, sum verða nýtt til barnagarðar. Hesir barnagarðar eru rættiliga ótíðarhóskandi. Ferðslan kring hesar barnagarðar er eisini í fleiri førum sera illa skipað.

 

Staðfestast kann, at kommunan ikki hevur raðfest nýbygging av barnagørðum í nógv ár. Mín meining er, at vit eiga at skipa miðvísa bygging av barnagørðum heldur enn at finna “her og nú” loysnir. Eg haldi, at tað er líka týdningarmikið at raðfesta bygging av barnagørðum, eins og bygging av skúlum.

 

Mett verður, at Klaksvíkar Kommuna í  dag manglar einar tveir nýggjar barnagarðar. Teir kosta 20-25 mió. kr. pr. stk. Vit hava ikki ráð at lata vera, tí flestu aðrar kommunur hava nýliga bygt nýggjar barnagarðar. Eiga vit ikki at gera tað besta fyri okkara nýggju borgarar?

 

Verði eg valdur til býráðið, so verður eitt av mínum fremstu málum at byggja nýggjar barnagarðar.

 

 

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins