Miðvágur: Nýggj breyt og ljós

Tveir mans frá donsku fyritøkuni Skateland eru byrjaðir at seta nýggju rullufjalabreytina upp við hondbóltsvøllin í bygdini.

Skateland er ein fyritøka, sum hevur nógvar royndir á økinum og hevur eisini selt slíkar rullufjalabreytir til Klaksvíkar og Havnar. Sjálvir siga danirnir, at hendan breytin í Miðvági kemur at taka seg væl betur út enn hinar, tí hetta plássið er munandi størri og betur egnað  á hinum støðunum.
Samstundis við hetta er ætlanin at seta nýggjar ljóskastarar á mastrarnar. Tey gomlu ljósini eru frá áttatiárunum og hava leingi verið í ringum standi. Við hesum báðum tiltøkum hevur Miðvágs bygdaráð bøtt munandi um umstøðurnar hjá yngra ættarliðinum, so at tey hava betri og fleiri møguleikar at íðka síni frítíðarítriv.