Eftir røttum skuldu allir næmingar, ið hava søkt inn á miðnámsskúlar fingið boð hósdagin, um tey eru sloppin inn. Men soleiðis verður ikki, tí skúlarnir hava onki svar fingið frá Mentamálaráðnum. Tó skulu allir skikkaðir næmingar sleppa á miðnámsskúla.
- Ætlanin er, at allir skikkaðir næmingar sleppa undir miðnámsútbúgving, og eg haldi ikki tey skulu verða bangin um, at tey ikki sleppa inn, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon leggur tú afturat, at tað væl kann henda, at summir næmingar ikki fáa sín fyrsta prioritet. Men hetta hevur verið vanligt seinastu árini.
Gongur longri
Sum er vita næmingar ikki, um teir eru keyptir ella seldir, og í veruleikanum skuldu teir fingið boð í ovurmorgin, men soleiðis verður ikki.
- Tað gongur nokk eitt sindur longri hesaferð, men tingið fer heim um miðjan mai, og tá skuldi eykafíggjarlógin verið avgreidd, og næmingarnir fingið boð. Hetta kann tó merkja, at summar reguleringar verða gjørdar í flokkum, men ongin flokkur verður størri enn lógarkravið er, sigur Helena Dam á Neystabø.