Mítt blað - dag og vikublað
Eg eri slett ikki til bløð. Á arbeiðsplássinum skimmi eg tey onkuntíð, hyggi at lýsingunum (ein arbeiðsskaði), men annars er tað á netinum, at eg lesi tíðindi. Tað er so sjáldan at eg siti í frið og havi tíð at befatta meg við bløð. Tað hendir seg tó, at eg keypi okkurt av vikuskiftisbløðunum.
Mín heimasíða
Eg eri tíðindajunkie. Tað ganga sjáldan fleiri tímar ímillum, at eg taki eina rundu gjøgnum Portalin, Dimmu, Vágaportalin (mest fyri undirhald, kanska Ólavur hevur skrivað okkurt skeg) og Norðlýsið. Tá Kringvarpið gavst at dagføra tíðindini á heimasíðu teirra gavst eg at vitja hana. Grams og Kramm byrja spakuliga at koma upp í runduna.
Mín tónleikur
Eg brúki mín iPod tá eg eri í bussinum. Annars lurti eg ikki nóg nógv eftir tónleiki longur. Spell, egentliga. Eg havi annars altíð onkra fløgu í bilinum. Eg elski at blanda mær sangir á fløgu (líka sum tá man gjørdi bond fyrr), og tær ligga allar í bilinum: Bilfløga, Bilfløga 2, Metal, Cash, Cash2, Koyribob (koyrisligir sangir hjá Bob (Dylan), Ymiskt bøssut, Kenny Rogers, (Fyri tað mesta) Frank Sinatra, Stevie Wonder osfr.
Mítt sosiala netverk
Eg eri á Facebook. Har havi eg nógvar vinir, sum eg ikki kenni. Eg havi enn ikki skrivað statusin, sum fekk 45 aftursvør. Antin skrivi eg ov seint ella ov tíðliga á degnum, ella eri eg bara ov óinteressantur. Royni eisini at Twittra viðhvørt, men enn havi eg - hvussu eg so royni - ikki fingið standing av Twitter.
Mín dvd
DVD er - saman við fløgum - eitt ting, sum spakuliga hvørvir úr mínari tilvitsku. Havi enntá fleiri nýggjar filmar, sum eg enn ikki havi latið upp.
Mítt magasin
Langt síðani, at eg havi keypt eitt magasin.
Mín sjónvarpsrøð
The Office. Fyrst át eg tað ordiliga, enska rátt. Síðani tað amerikanska. Genialt skemt. Eg fái ikki nóg mikið av the Office. Annars nokti eg at lata sjónvarpið stýra nær eg hyggi eftir hvørjum. Um eg fylgi eini røð, so er tað oftast alt í senn, antin á dvd ella á telduni.
Mín bók
Lesi beint nú "Priceless" eftir William Poundstone. Sera áhugaverd bók um hvussu vit uppfata prísir. Eisini liggur bókin "The Designful Company" eftir Marty Neumeier á náttborðinum. Um hvussu tú uppbyggir eina innovatiónsmentan á arbeiðsplássinum.
Mítt útvarp
Tíðindi kl. 7. Skrúvi niður og/ella lati oyruni aftur tá morgunlesturin kemur. Onkuntíð eru tíðindini á døgurða frá á arbeiðsplássinum tá vit eta. Onkuntíð tíðindi á Rás2 kl. 17, altíð tíðindini í Kringvarpinum kl. 18. Annars lurti eg ikki eftir útvarpi.
Mín telefon
Eg havi ein iPod við innbygdari telefon. Tað eitur ein iPhone. Feitasta telefon nakrantíð.
Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?
Eg var líka við at fara at reksa alt frá kvøðuljómum til morgunlestur upp, men so mintist eg til, at eg jú bara kann sløkkja. So tað geri eg bara.
Hvat irriterar teg í miðlunum?
Sendingar, har innihaldið er (illa fjald) reklama.
Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?
Eg kundi hugsað mær, at alt varð meira segmenterað. Sum nú er, er alt fyri øll. Og eingin er øll, serliga ikki eg. Tá tú roynir at siga alt og gleða øll í senn, endar tú oftani við at siga einki og gleða ongan. Hetta eigi eg at vita. Eg eri jú reklamumaður.