Miðlahúsið gevur nú Viku­Blaðið útaftur

Mánadagin verður Viku­Blaðið aft­ur borið í hvørt hús í land­inum. Tað er Miðla­hús­ið, sum hevur yv­ir­tikið blað­ið og øll kon­sept­ini frá Sp/f Petur & Pet­ur.

Seinasta árið hevur Miðl­a­hús­ið givið út Mán­að­­ar­­blað­ið, sum er komið út í minsta lag­ið eina ferð um mán­­a­ð­in, men ann­ars eft­ir tørvi. Áhugin fyri at vera við í blað­num hev­ur ver­­ið so mik­­ið stór­­ur, at Miðla­­hús­­ið nú hev­ur gjørt av at broyta kon­sept­ið og at geva blað­ið út hvørja viku.

Fyri tveimum vikum síð­ani steðg­aði Sp/f Petur & Petur út­gáv­uni av Viku­Blað­­­num, sum á hes­um sinni er kom­ið út síð­­­ani á jól­­­um. Miðla­­hús­­ið hev­­ur nú gjørt av­talu við Sp/f Petur & Petur um, at Miðla­­­hús­­ið fram­­hald­­andi fer at geva út Viku­Blað­ið við teim­­um kon­­sept­­um, sum Viku­­Blað­ið hevði, og sam­­stund­is steðg­ar út­gáv­an av Mán­­a­ð­­ar­blað­num.

Kanning hjá Gallup frá ap­r­íl í ár vís­­ir, at Vik­u­Blað­ið er mest lisna blað í Før­­oy­um. 58 pro­sent lesa blað­­ið.